Venjarin – Málið var at flyta upp í Sunsetdeildina

eftir Vagnur tann 02/02/2010

Søljan 1. deild kvinnur. St.f.v: Palli Joensen, venjari, Christel Christoffersen, Rimante Pelegrimaite, Kirstin Johannesen, Sunnrið E. Nielsen, Sólja Jóanisdóttir, Fía Selma Nielsen, Oddvør Lauritssen og Kristina Christoffersein. Miðjan f. v: Petra Thomassen, Sandra Bakanova, Maria Samuelsen, Miriam Akselsen og Jórunn Gudmundsen. Fremst f.v: Vár Gregersen og Heidi Maria Akselsen. (Mynd Birgir Sondum)

Hondbóltur hevur djúpar røtur í Sandavági, og fólk ynskja, at hondbóltsspælið verður varðveitt í bygdini. Søljan kappast við Kyndil um at flyta upp í Sunsetdeildina, men Kyndil hevur munin á Søljuni. Vit hava hitt venjaran Palla Joensen. Vit spyrja hann fyrst, um núverandi manning hjá Søljuni er nóg góð at standa seg í Sunsetdeildini?

– Fyrst vil eg siga, at málsetningurin hjá spælarunum við kappingarbyrjan í heyst var at flyta upp í Sunsetdeildina. Vit venja tvær ferðir um vikuna, og einar 16-18 kvinnur møta til venjing hvørja ferð. Rós til kvinnurnar at tær møta væl og eru ídnar til venjing. Eg haldi ikki, at okkara lið í løtuni er nóg gott at spæla í Sunsetdeildini, og liðið við núverandi manning hevði havt gott av at spælt eitt ár aftrat í 1. deild. Men trupulleikin í 1. deild er, at Søljan fær alt ov fáar dystir.

– Spurningurin er so, um kvinnurnar tíma eisini næsta ár at brúka nógva tíð og orku, tá ið 1. deildin virkar so illa við fáum dystum? Undir verandi umstøðum haldi eg ikki, og felagið kann í ringasta føri missa alt á gólvið. Vit hava tapt báðar dystirnar ímóti Kyndli, og her hava kyndilskvinnur nakrar spælarar, sum hava royndir frá Sunset kappingini. Í hópinum hjá okkum er positivt, at vit eisini hava fýra ungar góðar spælarar, sum eru 16,17 og 18 ára gamlar, men sum omanfyri sagt, so vantar nakað enn, til liðið kann standa seg í Sunsetdeildini.

Palli vandi eisini Søljuna næstseinasta kappingarár. Roknar hann við, at núverandi spælarar vilja venja oftari, ja, brúka meira tíð til hondbóltin til tess at bjóða av í Sunsetdeildini?

– Verður Sunsetdeildin víðkað til átta lið, og Søljan er eitt av liðunum, so mugu sandavágskvinnur leggja enn meira orku í venjingina. Byrja venjingina fyrr á árinum, venja minst tríggjar ferðir um vikuna og spæla fleiri dystir. Eg veit, at summar av kvinnunum hava ikki hug til hetta, sigur Palli í stuttari viðmerking.

Vit fara seinni at lodda dýpið hjá leiðsluni í Søljuni, ja, um málið hjá felagnum er hava lið í Sunsetdeildini? Um Søljan tekur av, um Sunsetdeildin verður víðkað til átta lið? (Vagnur)

Viðmerkingar til hendan post eru stongdir.

Previous post:

Next post: