Seinna finaluplássið – Innanhýsisúrslitini eru nú partur í spælinum

eftir Vagnur tann 02/02/2010

Spennandi dystur millum Kyndil og H71 mikukvøldið klokkan 19

 

Nummar Lið Dystir V.m. T.m. Munur Stig
1 Neistin 13 424 344 80 22
2 H71 13 347 353 -6 12
3 Kyndil 13 314 353 -39 12
4 StÍF 13 351 365 -14 11
5 KÍF 13 326 354 -28 11
6 VÍF 13 380 373 7 10

 

Mikukvøldið 3. februar klokkan 19 spæla mansliðini hjá Kyndli og H71 í høllini í Havn. Nú fækkast dystirnir í Atlantic Airways kappingini, og mikukvøld spæla Kyndil og H71 triðja av teimum fýra dystinum ímóti hvør øðrum. H71 vann fyrsta dystin 29-25, og H71 vann seinna dystin 22-21. Tá ið nú H71, Kyndil, StÍF, KÍF og VÍF eru so jøvn, er stórur møguleiki, at tvey lið hava eins nógv stig við kappingarenda. Tá telja innanhýsisúrslitini millum jøvnu liðini. Fyrst stigini, síðani málmunurin. Áðrenn dystin mikukvøldið hevur H71 tveir sigrar, meðan Kyndil hevur ongan. Missir Kyndil stig mikukvøldið, so er H71 frammanfyri í stigum, sjálvt um Kyndil vinnur fjórða og seinasta dystin. Hetta hevur sjálvandi bara týdning, um Kyndil og H71 eru jøvn í stigum við kappingarenda um at fáa seinna finaluplássið. Stórur møguleiki er, at innanhýsisúrslit koma at verða partur í spælinum tess at koma í finaluna um FM-heitið. (Vagnur)

Viðmerkingar til hendan post eru stongdir.

Previous post:

Next post: