Kyndil 1. deild kvinnur. St.f.v: Petur Martin Johansen, venjari, Súsanna Petersen, Randi S. Wardum, Hanna Rubeksen, Linda Weihe, Connie B. Brockie, Maria Dahl, Eydna Apol, Guðrið Eystberg, Asleyg Súnadóttir og Jórun Ludvig. (Mynd Birgir Sondum)
Kyndilskvinnur máttu seinasta kappingár úr Sunset kappingini. Liðið hevði tá ongan dyst vunnið á vetrinum, og tá byrjast skuldi aftur eftir ólavsøku í fjør, stóð ikki væl til. Fleiri spælarar vóru farnir av liðnum, og felagið mátti tí mest sum byrja av nýggjum. Nú er Kyndil á veg aftur í Sunset kappingina, og vit hava hitt venjaran Petur Martin Johansen og spurt hann, hvussu hann hevur trivist í venjarastarvinum. – Tað hevur verið stuttligt, og kyndilsliðið er ment nógv.
– Tað sá ikki gott út, tá ið eg tók við venjarastarvinum í fjør summar. Nógvir spælarar vóru farnir av liðnum, og hópurin var mest sum bara mannaður við ungum spælarum. Bara Randi, Jórun og Hanna høvdu royndirnar. Í heyst hevði kyndilsliðið ikki kunnað fótað sær í Sunset deildini, og sum støðan var tá, var gott, at liðið spældi í 1. deild. Mín áskoðan er, at tú skalt tora sum venjari, tora at geva unga spælaranum møguleikan, og at tann ungi spælarin kann gera feilir uttan at verða hálaður aftur á beinkin. Mangan er tað soleiðis, at tann royndi og eldri spælarin fær nógv longri snór frá venjaranum enn ungi spælarin, tá ið tað snýr seg um at gera feilir í spælinum. Eg royni at geva unga spælaranum álit.
– Men eg má siga, at nú vit nærkast endanum av kappingini, er liðið ment ógvuliga nógv. Kvinnurnar eru sera positivar til venjing, og vit hava spælt nógvar góðar dystir. Millum annað vunnu vit Sunset liðini Neistan og VÍF í steypakappingini. Tó vil eg nevna, at kyndilsliðið fær ov fáar dystir í 1. deild, tí fleiri lið eru farin úr kappingini. Men niðurstøðan mín er, at árið í 1. deild hevur verið gott fyri kyndilsliðið. Nú haldi eg, at liðið er nóg gott at standa seg í Sunset kappingini. Tað hevur stuttligt og spennandi at venja kyndilskvinnur í vetur, sigur Petur Martin at enda, sum ikki vil siga, um hann eisini komandi ár venur kyndilskvinnur. – Eingin hevur spurt meg, sigur hann.
Spell, at Neistin, Tjaldur og Stjørnan gjørdust so svikalig í 1. deild. Nú havi eg sæð neistakvinnur í Sunset spælt ímóti Stjørnuni og Tjaldir, og á øllum liðunum sita eins nógvir spælarar á útskiftingsbeinkinum sum á vøllinum. Fleiri spælarar koma slett ikki á vøllin ella spæla fáar minuttir. Hesir spælarar gerast ikki betri spælarar at sita á beinkinum, sjálvandi skuldu teir av og á heldur spælt 60 minuttir í 1. deild. Hevði Neistin, Tjaldur og Stjørnan broyttu spælarapolitikk, høvdu vit eina góða og spennandi 1. deild hjá kvinnum við nógmikið av dystum. (Vagnur)






Viðmerkingar til hendan post eru stongdir.