18 ára gamli Tummas Juul Thomsen og 20 ára gamli Magnus í Króki dømdu Sunset dystin í Klaksvík millum Stjørnuna og Neistan. Úr Klaksvík verður sagt, at ungu dómararnir dømdu væl. – Eg eri givin at spæla hondbólt, tí eg vil heldur vil døma, sigur Tummas Juul. – Eg var ikki sørt spentur at døma fyrsta dystin í Sunset kappingini, men eg haldi tað gekk væl, sigur Magnus. Dómaraeygleiðari var í Klaksvík, og hann var nøgdur við avrikið.
Eitt ungt gott dómarapar sá dagsins ljós í Klaksvík sunnudagin. 18 ára gamli Tummas Juul Thomsen, sum hevur traðkað sínar barnaskógvar í Kyndli, hava vit sæð fleiri ferðir áður við floytuni. Hann byrjaði longu sum heilt ungur at døma í yngru deildum, og í fjør dømdi hann saman við Birgiri Sondum í bestu deildunum.
– Mær dámar væl at døma, ja, eg eri givin at spæla hondbólt, so eg betur kann fyrireika meg at døma. Eg havi verið á einum dómaraskeiði hjá einum dana, tað er alt. Í fjør dømdu Birgir Sondum og eg nakrar dystir í bestu deildunum, umframt fleiri dystir í øðrum deildum. Birgir var í Íslandi um vikuskiftið, tí varð heitt á Magnus um at døma saman við mær. Vit báðir fara óivað at døma saman í framtíðini, sigur Tummas Juul.
Magnus í Króki
Magnus í Króki hevur í nógv ár dømt lægri deildum, hann spælir við 2. deildarliði og venur gentur 12 ár hjá Neistanum. Á myndini tikin í Klaksvík fyri Sunset dystin er Magnus í neistabúna, men søgan er, at gentur 12 ár hjá Neistanum spældu ímóti Stjørnuni fyri Sunset dystin.
– Ja, hetta var fyrsti dystur hjá mær í Sunset kappingini, eg var ógvuliga spentur fyri dystin, men eg haldi, tað gekk bara heilt væl. Í fjør dømdi eg ein steypadyst í bestu kvinnudeildini, annars havi eg dømt í nógv ár í lægri deildum. Eg havi stóran áhuga í at døma, havi verið á einum dómaraskeiði, og vónandi verða tað fleiri í framtíðini, sigur ein nøgdur Magnus í Króki at enda við heimasíðuna.
Dómaraeygleiðari var til dystin í Klaksvík, og sum vit skilja á ungu dómarunum, var eygleiðarin væl nøgdur við avrikið, tó hann kom við nøkrum viðmerkingum. Nú er at vóna, at spælarar og leiðar taka væl ímóti unga dómaraparinum, og at dómaraeygleiðarar beina Tummas Juul og Magnus á røttu dómarakós, tí føroysku hondbóltur “skríggjar” eftir fleiri dómarapørum. (Vagnur)






{ 9 viðmerkingar }
Eg havi dømt ein dyst áður, men tað var ein dystur í kvinnudeildini, ikki mansdeildini.
FLOTT FLOTT DREINGIR,
super tit báðir
koyri á
Eg vil eisini bara siga, at tit kláraðu tykkum ordiliga væl
Einki er so gott sum at spæla ein dyst og ikki merkja dómarnar – tit gjørdu tað frálíkt…haldi tit áfram við góða stílinum
Var í Klaksvík í gjár og hugdi at dystinum. Taki fult undir við Biritu um, hvussu lítið ein legði dómararnar til merkis. Tey sum kenna meg, kenna helst eisini til mínar viðmerkingar frá áskoðaraplássinum – og tær plaga ikki at vera so fáar
So tit báðir, flott avrik í gjár. Keep on going
Óført at tað er onkur ið tekur hasa uppgávuna í álvara… og eisini gott at síggja at tit fáa nøkur tiltrongd herðaklapp… Hervið eitt herðaklapp afturat frá mær… drívið á, og latið ikki okkurt nosið takað tykkum av fótum…
All the best…
Eitt herðaklapp afturat frá mær eisini.
V.h. frá hesar sum sigur næstan ongantíð nakað frá bonkinum. LOL.
Tað var gleðiligt at síggja dómarayvirlitið og síggja eitt nýtt navn. Verið áhaldandi og seriøsir, so skulu tit nokk koma langt við døming. Gevið ikki upp aftaná ein ringan dyst, men góðtaki feilirnar,ið tit koma at gera, tað er nakað,ið ein seinni lærir nakað av. Annars er tað altíð stuttligt at lesa hesa heimasíðu, takk fyri frálíkt avrik Vagnur.
Visse í Kára á Dunga onga vidmerking hevdi… má tad verda “ypperligt”
)
Super titt bádir, ja og Vagnur fyri at taka hesi tingini upp, takk fyri tad
Viðmerkingar til hendan post eru stongdir.