Water Logic Føroyar letur búnar til ungdómsvenjarar

eftir Vagnur tann 22/01/2010

Claus Rasmussen, Neistin og Clement Christiansen, Water logic Føroyar.

Vinnulívið letur nógvan pening til ítróttin í Føroyum, og Hondbóltsfelagið Neistin má eisini hava stuðlar til tess at halda hjólini malandi. Summir stuðlar eru stórir, aðrir eru smærri. Claus Rasmussen heitti við kappingarbyrjan á www.hitapumpur.fo og Water Logic Føroyar um at lata øllum ungdómsvenjarum – 24 í tali- venjingarbúnar. Hetta vildi eigarin Clement Christiansen fegin, og vil Neistin takka Clement fyri stuðulin. (Vagnur)

{ 2 viðmerkingar }

Kári Horn januar 22, 2010 tann 19:50

Takk fyri Clement
super troyggjur :)

Súna Mørk januar 25, 2010 tann 11:55

Ein stór tøkk fyri stuðulin til Clement Christiansen og Claus Rasmussen.
Tað hevur nógv at siga fyri Neistan, at fáa ein tílíkan stuðul.
At allir venjarar eru í eins troyggjum, bæði til venjing og til dyst, er ein sera góð mynd :)

Viðmerkingar til hendan post eru stongdir.

Fyrri postur:

Næsti postur: