Maðurin situr fjálgt í nýtímans borivogninum, meðan borurin heldur leiðina niður í helluna. (Mynd Vagnur)
Starvfólkið hjá Articon, sum arbeiðir at gera økið við Landavegin byggiklárt, kom í dag aftur úr jólafrí. Tó stóðu stóru gulu gravmaskinurnar stillar, tí ikki er veður at koyra moldina av økinum. Gerast skal kar, sum lastbilarnir koyru ígjøgnum, so teir ikki dálka vegirnar. Bara ein maskinan hoyrdist á økinum í dag, og tað var stóra nýtímans borimaskinan, sum kann bora í øllum veðri. Í maskinuni sat íslendingur fjálgt og lurtaði eftir útvarpi, og annars tók alt ógvuliga róliga. Alt meðan borurin heldur leiðina niður í helluna. Arbeiðið at gera økið byggiklárt skal vera liðugt 1. mars. (Vagnur)







Viðmerkingar til hendan post eru stongdir.