Jústines í landsdysti ímóti Italia. Jústines hevur í mansaldur verið virkin sum spælari og seinni venjari og leiðari.
Núverandi skipan við seks liðum í bestu deildunum var ein royndartíð í trý ár. Við kappingarlok eru tey trý árini farin, og HSF hevði hetta fyri á fundi herfyri. Hvat gera vit nú? Skulu vit varðveita núverandi skipan, ella skulu vit ganga nýggjar leiðir. Undirritaði hevur ført fram, at sjálvandi skulu vit varðveita núverandi skipan. Á Strondum er røddir, at vit skulu hyggja nærri at kvinnusíðuni. Tey koma við uppskotinum um sjálvbodnari tilmelding. Tonni Kjær StÍF venjari hevði herfyri eina viðmerking til grein, undirritaði skrivaði, og nú skrivar Jústines Justinussen drúgva viðmerking til somu grein. Jústines er kent andlit í føroyskum hondbólti. Lesið greinina hjá honum niðanfyri. (Vagnur)
Viðmerking:
Hey Vagnur og tit øll.
Fyrst eitt stórt rós til tykkara heimasíðu, sum er livandi og áhugaverd at vitja.
Eg havi nú í nógv ár fylgt við kvinnuhondbóltinum og hondbóltinum sum heild, og tað er gott, at hol verður sett á kjakið um framtíðina hjá hondbóltinum. Hetta er harðliga tiltrongt, tí sum eg dugi at síggja, so gongur tað tann skeiva vegin. Eg havi sjálvur leikt í bestu mansdeildini móti TB, VB, Stjørnini og EB. Hesi feløg hava í dag onki manslið, og tað er ein syrgilig gongd. Fyri okkum, sum eru áhugað í honbólti, má uppgávan vera, at so nógv sum møguligt spæla hondbólt. Hetta gerst ikki uttan at bygdirnar eru við. Havnin eigur at klára seg, tí har er so nógv fólk.
Tað er týdningarmikið at fáa eitt kjak í lag, um hvussu vit steðga afturgongdini og venda henni til eina framgongd.
Fyri at gera støðuna upp, so er føroyskur kvinnuhondbóltur, eftir mínum tykki, sera sera illa fyri.
Í Sunset eru 6 lið: Stjørnan, Tjaldur, Neistin, Stíf, VíF og VB.
Í 1. Deild eru 3 (kanska 4) lið: Kyndil, Søljan, Neistin b og Stjørnan. Men smb. úrslitatænastuni er Stjørnan ikki møtt upp til 3 dystir, so tað er ein spurnignur um tað ikki bara er 3 lið í 1. Deild.
Í 2. Deild eru 7 lið. Hetta eru fyri tað mesta motiónslið, og ongin áhugi er fyri at flyta upp í 1. Deild. Tey vilja vera har, tey eru og ”hugna”sær har.
Um vit hyggja eftir hvørjum liði sær í Sunset so er støðan henda:
Stjørnan er væl fyri og hevur eitt lið blandað av ungum og eldri leikarum. Her er neyvan nakar vandi á ferð – fyribils.
Tjaldur, sum við sínum góða liði hevur sett dám á hondbóltin seinastu árini, hevur eitt lið, sum fyri tað mesta verður borið uppi av útlendskum leikarum og leikarum aðrastaðni frá. Av tí sama er Tjaldur sera sárbart. Tíðirnar eru versnaðar nógv og ringt er at fáa sponsorar. Tí kann tað vera ringt at halda lív í hesum liðinum. Men vónandi klára tey tað.
Neistin hevur í ár bygt sítt lið á leikarar úr Havnini. Nakrir leikarar eru komnir heimaftur og halda áfram við hondbóltinum. Tað er gleðiligt. Her er neyvan nakar vandi á ferð – fyribils.
Stíf er eitt ungt lið, sum hevur tríggjar útlendingar á liðnum. Uttan útlendingarnar hevði verið trupult at manna lið. Tann lokala stamman eru ungir leikarar, sum ganga aftur á U23. Ringt kann vera at halda lív í liðnum uttan styrk uttanífrá.
VÍF er eitt ungt lið uppbygt av blaðungum lokalum leikarum. Sera spennandi. Allir leikaranir ganga aftur á U23 hjá VÍF. Tær eru ungar, og tí kann grundarlagið undir liðinum skjótt vera vekk, um fleiri fara burtur í lestrarørindum.
VB er eisini eitt lið bygt upp av blaðungum lokalum leikarum. Eisini sera spennandi. Tær eru eisini allir við á U23. Tær eru ungar og grundarlagið undir liðnum kann eisini skótt vera hótt, um fleiri fara burtur í lestrarørindum.
Sum vit síggja omanfyri, so er Sunset deildin sera sárbar. Tað skal onki til, so eru tvey lið vekk, og so eru vit niðri á fýra liðum í deildini. So eru vit í somu støðu sum flogbólturin. Tað má ikki henda.
Tað sum eyðkennir feløgini í Sunset deildini, er, at tey vilja hava kappingina, sum er í bestu deildini og ikki bara hugnan, sum er í 2. deild. Fer eitt av hesum liðum niður í 1. deild, sum als onki hevur at bjóða uppá, so er stórur vandi fyri at liðið upploysist og er vekk av landakortinum. Í dag hava feløgini ikki ráð til at styrkja seg uttanífrá fyri at vera verandi í deildini, so vandi er fyri at tey leggja kongin.
Hvat er so at gera?
Tonni Kjær hevur gjørt vart við seg á hesari heimasíðu. Hann heldur, at lið sum hava kvinnur og vilja nakað skulu vera í bestu deildini . Vagnur skjýtur uppskotið hjá Tonni niður við m.a. tí grundgeving, at vit so fáa ábyrgdarleys lið í deildina, tí tey fáa ókeypis pláss, og at vandi er fyri, at lið verða tikin úr í ótíð um illa gongst í hond. Vandin fyri at rykkja niður úr Sunset skal vera motivatiónin hjá feløgunum fyra at gera nakað við tað, og í 1. deild er møguleiki fyri at summa seg og byggja eitt lið uppaftur. Vagnur heldur, at gott er sum er, og at vit skulu halda fram við at hava 6 lið í kappingini.
Eftir mínum tykki hevur Vagnur ikki givið sær far um, hvussu støðan er í 1. deild. Har eru 3 lið í løtuni, og tey hava leikt 3-4 dystir síðan síðst í september. Tað er ikki mennandi. Tað er niðurbrótandi í øllum føri fyri hugin. At Kyndil og VÍF hava megnað at bygt nakað uppaftur skyldast meira, at teirra lið hava fyri tað mesta havt leikarar úr G17 og KVU og harfrá hava fingið dystarvenjingina og menningina.
Fyri ikki at missa alt á gólvið má ein broyting til. Eftir hugskotinum hjá Tonni skulu vit hava 8 lið við. Hann heldur at Kyndil og Søljan eiga eisini at vera í Sunset. So fáa vit 8 lið. Men tað kann vera, at okkurt felag ikki vil vera í bestu deildini. Tað kann vera so nógv sum spælir inn, t.dd at spælaratilfeingið er ikki tilstaðar, og lítið av pengum at styrkja liðið við, kanska fleiri lyklaspælarar eru við barn o.s.v. Hví ikki royna fría tilmelding/frámelding, Tá eru tey feløgini við, sum veruliga vilja nakað, og tey sum ikki vilja nakað melda frá, og eru í lægri deild. T.d. kann eitt lið, sum fær forfall eitt ár vegna barnsburð hjá fleiri lyklaspælarum, koma við aftur árið eftir, tá hesir leikarar eru tøkir aftur. Og um vit taka Tjaldur sum dømi, so dyllaðu tey at byrja við, niðri í 1. deild ein heilan vetur við einum super liði. Hetta liðið kundi givið liðnum í Sunset góða kapping og góð upplivilsir.
Vit mugu byrja at hugsa øðrvísi. Okkum tørvar nýhugsan. Komið við fleiri hugskotum, so kunnu vit flætta tað besta saman og fáa eina góða loysn.
Við hondbóltskvøðu
Jústines Justinussen, StÍF






{ 12 viðmerkingar }
Kvinnuhondbóltur
Takk fyri Vagnur fyri hesa góðu heimasíðu um hondbólt. Eg eri samd við Jústines og Tonni, um fleiri lið í Sunset. Vit, sum eru góð við hondbóltin, mugu gera okkurt, so hondbólturin verður so áhugaverdur sum gjørligt. Hjá okkum kvinnum er tað nú einaferð so, at tað eru vit sum skulu føða børnini, og fáa sostatt ikki spælt hondbólt í eina tíð. Tað var júst tað, sum hendi hjá Sóljuni. Vit kunnu taka liðið hjá Sóljuni í ár. Tær hava vant nógv, men tær fáa ongar dystir.Tær hava spælt 4 dystir í hesum kappingarárinum. Tær hava nógv fólk sum er, men um tær ikki fáa fleiri dystir, kann man rokna við, at tær fara at brúka tíðina til annan ítrótt.
Hey
Eg haldi tad er gott at fáa gongd i hesa diskutiónina, tí eg eri púra samd í, at tad sær ikki gott út hjá kvinnuhondbóltinum i løtuni. Ov fá lið kappast um FM í Sunset-deildini, sum tað sær út beint nú, er tað einans Stjørnan og Tjaldur sum kappast i toppinum – tað er meira spennandi at fylgja við í botninum. Eg gevi Jústines rætt tí, sum hann skrivar – tó haldi eg ikki fleiri lið skulu í Sunset – tí so haldi eg at støðið lækkar.
Eg havi spælt við Kyndli i nøkur ár – vit taptu alt í fjør, og tað var fair at vit skuldu flyta niður. Øll vilja vera við i toppinum, men man skal eisini merka, at man skal gera seg ‘fortjentan’ (gott føroyskt ord!) til tað. Um ongin kann flyta niður, so doyr kappingin! Sum spælari haldi eg tad er ringt at finna motivation til at møta upp til venjing og dyst um onki er at spæla fyri – liggur man i niðara endanum tá fá umfør eru eftir i kappingini – ja so kann tað næstan vera líkamikið. Hetta er helst iki rætti andin at hava við sær á vøllin – men soleiðis var tað, áðrenn kappingin varð broytt til tað, hon er nú. Eg rokni ikki við at eitt lið sum VÍF hevði tikið seg so nógv fram sum tað hevur, um tað ikki var fyri tí at tað var neyðugt! Sum felag hevur VÍF sagt, at tey vilja hava eitt lið í besta kvinnu-deildini og síðan eisini arbeitt miðvíst eftir tí – halda tit veruliga, at tey høvdu gjørt tad, um VÍF slapp at verða í Sunset óansæð hvat?
Og Kyndil í ár – tad heur givið møguleika fyri ungum spælarum at spæla við – ungar gentur sum als ikki høvdu klárað seg i Sunset enn – kanska næsta ár. Men – í staðin fyri at kritisera Sunset-deildina, so haldi eg, at man burdi hugt at 1. deild i staðin fyri. Tí tað er har trupulleikin er í mínum eygum. Eg haldi man skal heldur gera ein innsats at menna 1. deild og fáa hana upp á eitt hægri støði, so munurin millum 1. deilid og Sunset ikki er so stórur! Tí um man ætlar sær i Sunset, má eitt felag vel eisini klára at vinna eina 1. deild! Tað eigur at verða ein gularót! Tað verður for nemt at melda eitt lið til í Sunset bara tí man kann! Tað hevur ikki verið stuttligt hjá Kyndli sum felag ikki at havt eitt lið i bestu deildini – men man má síggja sannleikan í eyguni og gera okkurt við tað, byggja eitt lið upp og síðan vinna seg aftur. Um man ikki tímir at brúka orku uppá at vinna eina 1. deild, so haldi eg ikki man hevur nakað at gera i Sunset-deildini! Og um so 1. deild um nøkur ár hevur fleiri lið, fleiri góð lið, so kann man byrja at tosa um fleiri lið í Sunset – men man skal enn kunna flyta niður;)
- Ronja.
Hey tit øll hondbóltsáhugaði
Eri partvís samd við góðu viðmerkingunum, sum higartil eru sagdar á hesum økinum. Vónandi verða tað enn fleiri. Vit hava nógvar persónar runt í teimum ymisku feløgunum, sum eg veit hava eina hugsan…
At økja Sunset haldi eg ikki er tað rætta í løtuni, tí í løtuni er tað alt alt ov stórur munur frá 1.deild til Sunset. Havi sjálvt spælt nógv hondbólt og gerið tað enn. Í fjør vóru vit í 2.deild og í ár eru vit í 1.deild. Millum hesar báðar deildir er tað eisini ógvuliga stórur munur. Har “hyggar” man sær, sum Justines so fínt sigur
Sjálv haldi eg, at okkurt má gerast við 1.deild. Trupulleikin hjá teimum liðum sum hava trekt seg í ár er, at tey fáa ikki mannað liðini, tí tað er ikki nokk tilfangið! Og hvat gera vit við tað?
Sunset liðini hava ein hóp uppá 12-14 spælarar. Tað kemur meira enn so fyri, at 1 til 3 spælarar fáa lítla ella onga spælitíð. Vit kunna øll skjótt blíva samd í, at tað at sita meginpartin á bonkinum, blívur tú ikki ein betri hondbótlsspælarir av. Spæligleði verður eisini hareftir. Fyri at blíva ein góður hondbóltsspælarir skalt tú venja næstan hvønn dag og spæla dystir hvørt vikuskiftið (hjá teimum ungu blívur tað onkuntíð til 2, men tað gerð heldur einki – tí ert tú í góðari venjing, so klárar tú dyst ein leygardag og dyst ein sunnudag) Skulu vit hækka hondbóltsstøði, mugu vit eisini krevja nakað av okkara spælarum!
Fyri at feløgini kunnu mannað 1.deild, er neyðugt (hjá teimum allarflestu) at brúka spælarar sum “leypa av” hjá Sunset. Og fyri at kunnað brúka teir, skulu teir hava “sitið yvir” hjá Sunset.
Um vit t.d søgdu, at kappingin hjá 1.deild var leygardag og allir leikarar undir 21 kundu spælt bæði í 1.deild og Sunset, so hevði hettar kanska verið við til, at okkara ungu leikarar fingu um ikki annað ein dyst hvørt vikuskiftið ella kanska 1½. Hettar hevði eisini ment okkara egnu “heimliðu” leikarar og feløgini høvdu kunnað mannað bæði Sunset og 1.deild!
Møguleikin er eisini at leggja 1 og 2.deild saman til eina deild! Men tá vil munurin frá topp til botn blíva ógvuliga stórur, men tað gevur fleiri dystir! So er kanska møguleiki at gera hesa kapping til eitt innleiðandi umfar og eitt endaumfar, við t.d 4 teimum bestu, sum so spæla um møguleikan at flyta upp í Sunset?
Møguleikarnir eru sikkurt fleiri, tað er um at finna ella telva seg fram til eina skilagóða loysn
Halló tit, fyrst eitt stórt heraklapp til Vagn fyri hesa framúr góðu heimasíðuna.
Nú havið eg vant kvinnur og gentusíðuna hjá Kyndli í nøkur ár. Fyri at menna sínar egnu leikarar má ein byrja frá botni av also Mini børn ella G 10, og byggja liðini upp har frá, so mann fær sítt egna leikaratilfongi.
Eg eri púra samdur bæði við Tonni ,Ronju og Súnu. Sum støðan er nú haldi eg at vit burdu víðka Sunset deildina til 7 lið, har tað besta liði í 1. deild flytur upp og tað niðasta í Sunset spælir ein dyst um uppflyting ímóti nummar tvey í 1. deild. MEN, tað skal eisini verða eitt krav at eitt felag sum hevur lið í Sunset deildini eisini skal hava eitt 1 deildar lið.
Tað sum hevur skorið høvdi av 1. deild er at vit hava fingið U23, lat okkum avtaka hesa deildina sum skjótast og ganga aftur til eina unglingadeild sum eru gentur 17 til 19 ár, tí í dag missa vit teir leikarar sum sum flyta upp frá G17 og sum ikki klára seg í Sunset deildini og á u23, lati hesir leikarar leika í eini unglingadeild fyri at útvikla seg í 2 ár afturat.
Lat okkum so eisini broyta G17 til G16, (her er eisini ov stórur munur frá einari gentu sum er 14 ár og eina sum er 17 ár).
U23 bleiv gjørd tí at teir ungu leikararnir ikki fingu spælitíð í bestu deildini, tí at tað vóru so nógvir útlendskir leikarar í deildini, sum støðan er nú leika U23 leikarnir faktiskt í tveimum “Sunset kappingum”. Enn einaferð avtakið hesa deildina og lati teir leikarar sum ikki sleppa inn í einum Sunset dysti leika í 1. deild og útvikla seg har, so fáa vit eina góða 1. deild og Sunset deild, har feløg kunnu kappast um upp og niðurflyting.
Tað kann ikki verða rætt at bæði toppliðini í Sunset deildini í ár ikki kláa at manna eitt lið í 1. deild, og tað undrar meg stórliga at Tjaldur trekkjir sítt lið úr kappingini, tí vit í Kyndli blivu uppringd fyrr í ár og fingu bjóða leikarar sum ikki var pláss fyri á teirra liði?.
Samd við Geir, bæði viðvíkjandi 7 liðum í Sunset, krav um lið í 1. deild, U23 og G17
Kára
Hey tit og vit øll
Fantastisk Heimasíða og sera góð innlegg. ( serliga frá vonginum, metusalem:-) )
Eg haldi at kappingar eiga at hava upp og niður flytingar millum deildir, hetta fyri at hava nakað at spæla um. So einfalt haldi eg tað er
Haldi so avgjørt at vit skulu fara aftur til G 16 og Unglingar, sum kunnu verða upp til 18 ella kanska 19 ár. Hesir leikarir skulu kunna spæla tveir dystir sama umfar, ein dyst við unglingum og ein dyst við liði úr vaksnu deildunum. Sum er nú, er aldursmunurin ov stórur millum 14 og 17 ár.
U23 og 1. deild er alt annað enn nøktandið, tá talan er um tal av dystum og liðum. Haldi so avgjørt at arrangementið til dystirnar oftani eisini er har eftir, bæði fyri leikarar og felag. So tit/vit broytingar skulu gerast skjótast gjørligt.
Vinarliga
Sigrun
Hey øll,
Fyrst takk til Vagn og Neistan fyri eina góða, livandi heimasíðu.
Við atliti til kjakið um hondbóltin kvinnusíðuni vil eg heilt víst taka undir við sjónarmiðunum um at hyggja eftir allari kvinnusíðuni undir einum. T.v.s. SunSet, 1. og 2. deild umframt kvinnuunglingunum U23 og møguliga eisini G17. Ein orsøkin í sínari tíð, tá SunSet bleiv umskipað til 6 lið, var at hækka/javna støðið í SunSet og styrkja um 1. deild. Kapping skuldi verða um at varðveita pláss í SunSet og stríðast fyri at vinna sæti har. Haldi at málið við kappingini um at varðveita plássið í SunSet er rokkið, men kappingin í 1. deild er ikki nóg góð og hørð. Eri rættiliga vís í, at U23 hevur stóra ávirkan á hesa gongd. Tað vísir seg, at heilt nógvir stuðulsspælarar á U23 eisini eru stuðulsspælarar í SunSet. Her var málið fyrst og fremst at geva spælarum, ið ikki høvdu bitið seg fast á eitt pláss í SunSet kappingini, meira spælitíð; so her er málið eisini bara partvíst rokkið.
Heilt víst eiga vit at endurskoða aldursbólkarnar hjá G17 og U23, og eisini at endurskoða uppflyting úr 2. deild í 1. deild. Í fleiri ár hevur verið meldað til hesar deildir, soleiðis at 2. deild nú er serstakliga stuttlig við nógvum liðum. Hetta má bara ikki taka grundarlagið undan 1. deild. Eitt hugskot kundi verið, at skal felag hava 2 lið í 2. deild, so má eitt lið í øllum førum vera í 1. deild eisini. Eitt annað hugskot kundi verið at lagt báðar deildirnar saman, men so samstundis skipað eina veterankapping (evt yvir 4 vikuskiftir). Haldi ikki vit í fyrsta umfari skulu broyta talið við luttakandi liðum í SunSet. Vit hava fingið eina góða kapping, har mestsum allir dystir verða avgreiddir, tá teir skulu, dystirnir liggja í vikuskiftunum og pláss er í álmanakkanum til eitt lítið vet av landsliðsarbeiði.
Vinarliga
Anya
Eg takið undir við teimum,sum siga at vit skullu hava fleiri lið í Sunset.Tað er onki lið,sum fer at spæla í Sunset fyri at hugna sær og ikki striðast fyri at vinna.Sum er verður tað VB, sum kemur at spæla í 1.deild næsta ár, og við tí doyr allur hondbóltur í Suðuroynnu út, tí vit fáa ongar heimadystir.Vit hava í ár spælt í 2.deild og fingið tveir heimadystir,og hjá monnum í 3.deild hava vit fingið ein heimadyst,so har eru vit givin,og hatta verður kósin hjá VB.
Vónandi spæla ogur aftur i Sunset næsta ár eisini saman við Kyndli og Sóljunium
Hej Alle kære håndboldfolk
Dejligt at så mange er kommet ud af busken og kommer med deres syn på sagen. Der er mange spændende og svære emner at tage fat på.Fine indlæg må jeg sige, som jeg har gennemlæst flere gange, MEN læs nu alle Jonhild Kjærbos indlæg – for det er vigtigt.
Jeg var her da VB var uheldig med den danske træner Kim Mandrup og sluttede sidst i sæsonen 90 -91. Blev sent i 2. deild og væk for altid ? indtil nu i 20 år !
Oprykning og nedrykning er super vigtige ingredienser i sport, men overlevelse af medlemsklubber og udbredelse af den pågældende sport er langt, langt vigtigere. Se bare på Eik ligaen i mans flogbold – er det det man ønsker ?
Lad os fortsætte iderunden og gerne et møde ligesom det vi havde omkring landsholdene. Jeg snakkede med Niels fra Vestmanna igår. Han var ked af at komme med et indlæg nu fordi de ligger sidst i Atlantic – men synes omvendt at det var dejligt hvis der kunne opnåes enighed om udvidelse af Sunset og Atlantic, at beslutningen så blev taget så huritgt som muligt – altså inden sæsonen var færdig så det ikke gik på at nu hjalp man VB eller STIF eller VIF eller Kyndil eller ? Det synes jeg lyder meget rigtigt.
Venlig hilsen
Tonni STiF
Eg eri eisini ein av teimum, sum haldi, at niðurflyting eigur at vera partur Sunset deildini (og Atlantic Airways kappingini), tí tað er sunt fyri vinnaramentalitetin hjá einum og hvørjum hondbóltsspælara.
Sum støðan er í 1. deild, so fær man tað fatan, at tað er rættiliga lætt at vinna sær uppflyting úr 1. deild hjá kvinnum, tí har eru bert 3 ella 4 lið. Tí kann tað vera rættiliga misvísandi um liði, sum vinnur 1. deild er gott nokk at standa seg í Sunset deildini. Tíverri er støðan tann í dag, at mítt lið er aftast í Sunset deildini. Men sum Andrea Nielsen sigur, tað eru kvinnurnar sum skulu eiga børn, og tað er ein stórur trupulleiki hjá VB í ár. Onki er at gera við tað.
Men eri einigur við Geir Wardum í, at U23 skal avtakast og G17 verður aftur til G16, fyri at styrkja um 1.deild, og harvið vera liðini betur og kunnu standa seg í bestu deildini tá tey flyta upp.
Tí burdi Sunset deildin vera víðka til 7 ella 8 lið fyri geva teimum sum vilja vera í bestu deildini ein møguleika at menna seg og spæla “ordiligan” hondbólt. Tí burdi ongin niðurflyting verið úr Sunset deildini, so longi sum støðan í 1. deild er so vánalig.
Til seinast eri eg einigur við mammu míni í, at flytur VB niður, so kann tað taka grundarlagið undan hondbóltinum í Vági, tí uppmøtingin í lægru deildum til hondbólt í Suðuroynni er katastrofal vánalig. Ongin tímur at spæla 1 heimadyst í eitt heilt kappingarár. Hetta hava HSF verið greið yvir í fleiri ár, men lata bara standa til. Har kundi man evt. latið VB spælt allar heimadystirnar fyrst fyri at vita um lið møta upp í t.d. 2. deild hjá kvinnum og monnum.
Eg eri ein av teimum sum er fullkomuliga ósamdur um at víðka AA-deildina .
Vit fóru fyri 4 árum síðan undir at endurreisa manshondbóltin í Klaksvík. Hetta hava vit gjørt við at vera eitt sindur annaleiðis. Byrja við teimum vaksnu og so niðureftir. Vit hava ongantíð hildi at um vit høvdu eitt lið í bestu deldini so var felagið betur fyri og hondbólturin yvirlivur í býinum.
Hetta er just tað argumenti sum nøkur koma við nú. Hetta er ikki rætt í okkara verð. Tað er heilt víst líka stórur møguleiki at menna hondbóltin og vera til, um ein ikki er í bestu deildini. Hygg bara eftir Team Klaksvík hugsi eg a siga. Vit hava 80 leikandi limir nú.
Um t.d “Neistin” (fyri at taka onkran sum tað ikki verður) flytur niður, kunnu teir ikki halda áframm við hondbóltinum í yngri deildum , sum er frammtíðin.? Kunnu teir ikki flyta uppaftur árið eftir. ? Vit koma frá null og aveg upp í AA-deildina yvir 4 ár. Hvat er trupuleikin við at brúka eitt ár um at koma uppaftur í AA-deildina.?
Vit hava stórar ætlanir um at gera okkum galdandi í AA-deildini næsta ár. Hava hugsa at bjóða teimum bestu leikarum á tí liðinum sum flytur niður norð at spæla. Kanska fáa okkum 3 útlendingar. (tað hava summi).
Vit kunnu eisini bara venja 1 ferð um vikuna og tapa allar dystir, tað er minst krevjandi. Um ongin flytur niður so hví ikki ?.
Tað kann vera, at tosi um at víðka deildina er komi av okkum , tað var so ikki meiningin frá byrjan av. Hevði onkur so bara havt spurt okkum um okkara meining so var tað so tað.
Eg yvist stórliga um Team Klaksvík yvirlivur um deildin verður víðka til 7 lið. Spenningurin fer og hondbólturin doyr út. Tá er spurningurin um vit ikki skulu taka 1 ár meir í 1 deild , tí at flyta upp gevur so onga meining.
Hetta er so tað sum allir leikara og leiðsla í Team Klaksvík halda um víðkan av deildini.
Vit vóna innarliga at felag sum endar niðast tekur tað sum ítróttarmenn og fer niður og stríðist fyri at flyta uppaftur soleiðis at vit vita at enda vit niðast so muga vit niður.
Um ein niðurflyting skal avgerða um eitt felag yvirlivur ella ikki, so yvirlivir tað neyvan atlíkavæl.
Fríðin
Tað er gott at síggja so nógv takað blaðið frá munninum og komi við íkasti.
Bert eitt lítið – men – til Fríðin…
Tað ber til hjá einum liði sum Team Klaksvík at bjóða seg fram til leikarar frá niðurflytandi liðum… meðan tann møguleikin er mest sum ikki til staðar hjá VB, við tað at VB og Vágur liggja so lang burturi frá meginøkinum… Har er so ein stór forðing.
Síðani til kjakið.
Eg haldi at øll liðini “norðanfjørðs” burdu hugt uppá viðmerkingina frá Jonhild og fingið ein ringan smakk í munnin… Hondbólturin í Vági hevur tað trupult tí liðini her norðuri frá ikki møta upp… Tað er ikki nøktandi… !!!
Til okkum øll her norðarfyri… Vit hava skyldu til at møta upp tá ið vit hava melda lið til…!!! Basta…!!! Sjálvt um dysturin er í Vági, og eitt systkinabarn ella omma hevur føðingardag… Gera vit ikki tað, so kunnu vit ikki vænta at hondbólturin mennist, í øllum førum ikki í útjaðaranum.
Hetta innleggi skal eisini síggjast í ljósinum av, at liðini sum ikki eru í SS og AA møguliga eiga at umhugsa eina skipan, har tað er persólig motivatión og ikki ræðslan fyri niðurflyting ið drívur verkið…
Tað kann gott verða at AA kann koyrast á einum støðið har ið tað er upp/niður flyting sum motiverar, men sum fleiri staðni er nevnt, so eru tað kvinnurnar ið hava brúk fyri 1-2 árum at føða børn og koma í gongd aftur. Hettar hevur við sær, at er upp/niður flytinigin í SS ikki sera fleksibul, so vænti eg at tað virkar meira køvandi heldur enn mennandi fyri kvinnuhondbóltin… Við øðrum orðum, kvinnurnar mugu hava ein møguleika at koma ígongd aftur uttan at skula byrja frá botni hvørja ferð.
Viðmerkingar til hendan post eru stongdir.