Ringasti hálvleikur á árinum var í Hoyvíkshøllini

eftir Vagnur tann 26/12/2009

Havi ongantíð sæð so nógvar mistar bóltar og feilsendingar í einum hálvleiki. (Mynd Vagnur)

Havi sjáldan sæð so nógvar mistar bóltar og feilsendingar í einum hálvleiki. (Mynd Vagnur)

Mansliðini hjá Neistanum og Kyndli skulu spæla finaludystin í steypakappingini. Kyndil tapti í dag 26-27 ímóti VÍF, men tá ið Kyndil vann fyrra dystin 26-22, so er Kyndil annað finaluliðið. Neistin vann fyrra dystin 40-28 ímóti H71. Í dag tapti Neistin 31-33 ímóti H71. Eg sá bara seinna hálvleik. Og tað eru nógv ár síðani, at eg havi sæð ein so vánaligan seinna hálvleik. Tey søgdu, at fyrri hálvleikur var hampuliga væl spældur. Sum eygleiðari hjá heimasíðuni www.neistin.fo vil eg siga: Eg dugi ikki at síggja meiningina í slíkum dysti, har hvørki høvd ella hali er á nøkrum. Langt úti at taka 70 krónur fyri slíkan dyst.  Avrikið í seinna hálvleiki var ein háðan ímóti hondbóltsspælinum, tá ið man veit, hvussu neistamenn kunnu spæla. So einfalt er tað. Hví í Harrans navni kunnu neistamenn ikki taka uppgávuna í álvara og spæla ein rimmar dyst, sum vit eisini á heimasíðuni royna at “reklamera” fyri? Vil man spæla slíkan hálvhjartaðan hálvleik, ja, so er at bjóða øðrum liði til ein vinardyst við ongum áskoðarum. Tó fegnast tú um, at Neistin hóast alt er í finaluni, og at neistamenn fyri viku síðani spældu besta álopsspæl, vit hava sæð í nógv ár. So ymisk er neistavøran á vøllinum í løtuni. (Vagnur)

Viðmerkingar til hendan post eru stongdir.

Fyrri postur:

Næsti postur: