Vagnur seksti

eftir Jón Kragesteen tann 25/12/2009

VagnurÍ dag, jólaaftan, fyllir Vagnur seksti.

Tað er ikki ov nógv sagt, at Vagnur hevur ómetaliga stóran týdning fyri Neistan og hevur havt tað í nógv ártíggju. Og uttan iva hevur Neistin havt stóran týdning fyri Vagn, felagið hevur havt djúpar røtur í upphavi hansara, pápin var ein av stovnarunum og elsta núlivandi fólk, sum hevur leikt við Neistanum, er mamma hansara, sum er farin um tey níti.

Ætlanin er her ikki at reksa alt upp, sum Vagnur hevur verið við til í Neistahøpi – í øllum førum hevði tað verið drúgvur lesnaður. Men, sum leikari, venjari, dómari, nevndarlimur og formaður, bæði í sjálvum felagnum og seinni í stuðlafelagnum, sum hann gekk á odda at stovna, hevur Neistin átt eina eldsál, sum onnur feløg uttan iva munnu øvunda okkum. Millum nýggjastu tiltøkini hjá Vagni í Neistanum er henda heimasíðan,sum hann hvønn einasta dag dagførir við áhugaverdum og spennandi lesnaði og ikki minst myndum. Millum nógvar stórar og orkukrevjandi verkætlanir, sleppa vit ikki undan at nevna Neistahøllina, sum tað í hesum døgum verður grivið út fyri. Her hevur hann saman við øðrum gingið á odda fyri at savna pening, soleiðis at Neistin í dag í minsta lagi kann leggja kravda eginpeningin á borðið fyri høllina – eitt avrik, sum tað verður torført at gera eftir

Sum ungur fór Vagnur í læru sum bilmekanikari. Seinni tók hann læraraprógv og meginpartin av arbeiðslívinum hevur hann arbeitt í Eysturskúlanum, har hann var høgt í metum sum ein dugnaligur og engageraður lærari.

Vagnur60a

Vagnur in action fyri heimasíðuna

Skuldi tú lýst Vagn við einum orðið, so vildi júst orðið engageraður verið eitt gott val. Og tað er ikki bara í Neistanum, at Vagnur hevur verið engageraður. Áhugin strekkir seg yvir øll samfelagsviðurskifti og hevur hann hildið, at tað skuldi til,  hevur hann ikki aftrað seg at komið fram alment við sínari hugsan, ofta við at skriva lesarabrøv.

Sum skilst er Vagnur burturstaddur og tí verður ikki høvi at hitta hann hátíðardagin, sum jú hvørt ár fellur saman við einum øðrum hátíðardegi.

Eg vil tí enda við hesari føðingardagsheilsu:

Góði Vagnur, hjartaliga tillukku við teimum seksti árunum – við ynski um nógv góð ár afturat.

Somuleiðis ynski eg tær eini gleðilig jól saman við Rannvá, børnum, abbabørnum og familjuni annars.

Vh Jón

{ 35 viðmerkingar }

Áki Mørk desember 24, 2009 tann 02:22

Hjartaliga til lukku við degnum Vagnur!

tróndur kragesteen desember 24, 2009 tann 02:42

Jamen hjartaliga til lukku við degnum Vagnur!

Hjalmar desember 24, 2009 tann 08:23

Hjartaliga tillukku við merkisdegnum Vagnur og stóra takk fyri tað megnar arbeiðið tú ger fyri Neistan.

Buha Blagoje desember 24, 2009 tann 10:02

Hjartaliga til lukku vid degnum Vagnur

Svein Rógvi Nielsen Ljósstein desember 24, 2009 tann 10:58

Hipp Hipp Hura. Tillukku Vagnur og nú er bara at dríva á :)

Guðrun Horn desember 24, 2009 tann 11:02

Hey Vagnur.
Hjartaliga tillukku við degnum. Takk fyri gott samstarv.
v.h.
Guðrun, Claus ,Kári og Teis

Finn Bjørn Guttesen desember 24, 2009 tann 11:19

Eisini frá mær skalt tú fáa eina stóra heilsu, góði vinurin.
Finn Bjørn Guttesen

Annika Karlsdóttir Ljósstein desember 24, 2009 tann 11:23

Hey Vagnur :-)
Hjartaliga tillukku við degnum, og gleðilig jól. :-)
Heilsan Annika

Jógvan Martin desember 24, 2009 tann 11:57

Góði Vagnur
Hjartaliga tillukku við degnum, Vagnur.
Eisini ynskja vit tær, Rannvá, børnum og abbabørnum eini gleðilig jól og eitt gott nýggjár.
Blíðar heilsanir
frá okkum
Jógvan Martin, Ruth og Terji

Ári Egason Dam desember 24, 2009 tann 12:19

Hjartaliga tillukku við føðingardegnum Vagnur!
Alt tað besta og eini gleiðilig jól.
Tað er ein sonn frøði at spæla fyri felagið tá man hevur eldsálir sum teg til at bakka upp!
Heilsan Ári Egason Dam

Finnur Hansson desember 24, 2009 tann 12:57

Til hamingju með daginn Vagnur,
eg skal eisini heilsa frá Birgir abba í Íslandi:)
Gleðilig Jól

maria desember 24, 2009 tann 13:20

Góði Vagnur
Hjartaliga til lukku við degnum
Eisini ynskja vit tykkum eini gleðilig jól og eitt gott nýggjár
Heilsan.

Maria, Harryet, Herbjørn og Julian

Eirikur Magnussen desember 24, 2009 tann 13:42

Hjartaliga tillukku við degmum, nú ert tú komin í 60 inni

Jákup Hanusson desember 24, 2009 tann 14:22

Góði Vagnur,
Hjartaliga til lukku við tí runda degnum !
Vónandi heldur tú fram í nógv ár afturat, tí eitt so stórt felag sum Neistin,
hevur brúk fyri sonnum eldsálum.
Tær og familju tíni verður ynskt eini gleðilig jól og eitt gott nýggjár !
Heilsan, Jákup Hanusson

Súna Mørk desember 24, 2009 tann 14:53

Góði Vagnur
Hjartaliga tillukku við føðingardegnum
Vónandi fært tú ein góðan dag saman við tínum kæru :)
Gleðilig jól og eitt gott nýggjár og takk fyri tað brátt farna árið
Kæru jóla- og nýggjársheilsanir
Súna, Sámal Erik, Torkil, Rói og Fríði

Ingi Olsen desember 24, 2009 tann 15:12

Hjartaliga tillukku við føðingardegnum Vagnur.
Um nakar ert tú ímyndin av Neistanum, ja ein sonn eldsál.
Vil eisini ynskja tær við familju eini Gleðilig Jól og eitt
av Harranum signa Nýttár.
Heilsan
Bjørg, Ingi og børnini.

Terji Nielsen desember 24, 2009 tann 15:15

Hjartaliga tillukku við tí runda degnum, Vagnur og gleðilig jól

kristian johansen desember 24, 2009 tann 15:20

Góði Vagnur,
Hjartaliga tillukku við degnum, og takk fyri tað stóra arbeiði tú gert hondbóltinum at gagni. Seksti er eingin aldur, vóni tú røkkur nógv ár enn fyri okkum í hondbóltinum.
Hondbóltslívið í Havnini(Neistanum) hevði verið fátækt uttan teg. Vit gleða okkum til títt lívsverk á landavegnum stendur liðugt.
Eg ynskji tær og tínum eini gleðilig jól og eitt gott nýggjár.
heilsan
Kristian Johansen

Finn Bjørn Guttesen desember 24, 2009 tann 15:28

Hej gamle dreng !
Det er mange år siden, jeg gik tur med dig og Leivur, hånd i hånd.
Dengang var I unge og søde. Nu er I kun søde.
Til lykke, god jul og godt nyt år.
Nina Dahl Guttesen

Joan Isaksen Jaocbsen desember 24, 2009 tann 16:23

Hey Vagnur
Hjartaliga tillukku við 60ára degnum í dag og alt tað besta framyvir.
Eini Gleðilig Jól og gott Nýggjár til tín og tíni og takk fyri brátt farna árið.
Heilsan
Joan,Terji,Elisabeth,Fríðhild Maria og Andrea

Jakob Jónsson desember 24, 2009 tann 17:14

Kjæri Vagnur.
Ég vil óska tér til hamingju með 60 árin,en sem betur fer fyrir
okkur øll í Neistanum að tú ert í okkara liði.
Gleðileg jól.
vh.Jakob Rúna og børn

Niels Mortensen desember 24, 2009 tann 17:34

Hjartaliga tillukku við teimum 60 árunum. Takk fyri at tú ert tann tú ert.
Við ynskjum um eini gleðilig jól og eitt av Harranum vælsigna nýggjár. Takk fyri brátt farna ár.
Heilsan
Familjan Mortensen

Jón Johansen desember 24, 2009 tann 20:48

Góði Vagnur. Hjartaliga tillukku við 60 ára degnum! Eisini verður ynskt tær eini gleðilig jól og eitt gott nýggjár :) Heilsan Jón Johansen.

Jógvan M. Djurhuus desember 24, 2009 tann 23:14

Tillukku við runda degnum Vagnur.
Heilsan
Jógvan M. Djurhuus

magnus matras desember 25, 2009 tann 00:23

Góði Vagnur. eg vil ynskja tær hjartaliga tillukku við tí runda degnum, og eini góð jól. nú kenni eg teg best innan havnar róðrafelag, har tú í fjørð fekkst skaffað Títling. hetta má sigast vera eitt megnar bragd, sum seint verður gloymt. alt tað besta framyvir :)

Levi Nybo desember 25, 2009 tann 01:23

Hey Vagnur.
Her av Hvítanesi og vegna H71, vil eg ynskja tær hjartaliga til lukku við degnum.
Eisini vil eg ynskja tær við familju eini gleðilig jól og Harrans vælsigna nýggjár.
Heilsan
Levi Nybo

Karl Oddmar desember 25, 2009 tann 10:19

Hey góði Vagnur
Enn ein heilsan av Hvítanesi til tín við familju. Hjartaliga tillukku við runda degnum. Somuleiðis vilja vit ynska tær og tínum kæru eini gleðilig jól og eydnuberandi nýggjaár.
Kærar heilsur
Nancy, Karl Oddmar, Ragnar og Haraldur

Kristianna desember 25, 2009 tann 15:05

Góði Vagnur,

Hjartaliga tillukku við 60 ára degnum!
Haldi at tað er so stutt síðani at tú kom at spæla Stikbolt ella Rundbolt við okkum á Debessartrøð, longu tá tímdi tú væl at seta ferð á okkum børn og tað tímir tú lukkutíð enn. Takk fyri títt góða arbeiði fyri Neistan!
Tær og familjuni ynskjast eini gleðilig jól og eitt gott nýggjár.
Kærar heilsur Kristianna og Ruth

Carl Herup Olsen desember 25, 2009 tann 15:37

Hey Vagnur.

Hjartaliga tillukku við stóra føðingardegnum.
Takk fyri tað megnar arbeiði tú hevur gjørt, og dagliga ger, fyri felagið.
Eg ynski tær og tykkum eini góð jól og eitt frálíkt nýggjár, við vón um eydnu í komandi ári.

Blíðar Heilsanir, Carl Herup

Heini Hanusarson desember 25, 2009 tann 16:30

Góði Vagnur!
Hjartaliga tillukku við degnum og gleðilig jól.
Tú hevur eina drívmegi, sum í tí stilla eggjar okkum aðrar neistamenn.
Blíðar heilsanir Heini

Bogi Berg desember 26, 2009 tann 10:50

Tillukku!!

Unn Kragesteen desember 26, 2009 tann 13:16

Hóast eg eri heldur sein á veg, vil eg fegin ynksja tær tillukku við 60 ára føðingardegi tínum 24. Desembur. Eisini vóni eg, at tú hevur havt eini gleðilig jól og gleði meg at síggja teg í høllini komandi ár :)

Kjartan Thomassen desember 26, 2009 tann 17:31

Góði Vagnur.

Tað verður ikki lætt at leggja nakað nýtt afturat, ið Jón hevur skrivað, og øllum teimum persónligu heilsanum, og góðu ynskjunum, ið tú hevur fingið á heimasíðuni hjá Neistanum. Men eg vil, vegna Neistan og nevndina takka tær fyri tað stór arbeiði, ið tú leggur eftir teg í felagnum.
Eg haldi, at eg fari ikki skeivur, tá eg sigi, at hjarta títt bankar ikki bara fyri Neistanum, men fyri ítrótti og ungdómsarbeiði sum heild, men eg havi varhugan av, at kappróður stendur tær nær, at hondbóltur stendur tær nærri, og at Neistin stendur tær nærmast. Ivaleyst eru tað nógv fólk kring landið, ið gera eitt megnar arbeiði, fyri ungdómin, innan ymiskar ítróttargreinar, og er tað eingin ivi um, at tú telst millum hesar eldhugaðu føroyingar, nú tú í næstan ein mansaldur hevur verið virkin í Neistanum og øðrum ítróttarhøpi.

Spurningur er kanska um nakar tekur teg á hesum øki. Eg haldi, í hvussu so er, at tú hoyrir heima á ovastu rók í hesum samanhangi. At skjøtul er settur á at byggja eina Neistahøll í vesturbýnum, har tú hevur verið ein av høvuðspersónunum, sigur alt um títt engagement í ítróttar høpi, tí hendan nýggja høllin kemur at hava stóran týdning fyri øll ítróttarfeløgini í høvuðsstaðnum.

Eg vil við hesum fáu orðum, vegna Neistan og nevndina, ynskja tær hjartaliga til lukku við tínum seksti ára føðingardegi og blíðan byr fram yvir, somuleiðis ynski eg tær og tínum eini gleðilig jól og eitt gott nýggjár.

Vinarliga
Vegna Neistan og nevndina
Kjartan Thomassen, formaður

Góði Vagnur

Persónliga ynkja vit tær hjartaliga til lukku við teimum seksti, og blíðan byr fram yvir.
Tað er ein fragd fyri okkum at tú hevur blást nýtt lív í heimasíðuna hjá Neistanum. Vit ynskja eisini tær og tínum eini gleðilig jól og eitt gott nýggjár.

Blíðar heilsanir
Sjúrður Kjartansson Thomassse, Frígerð Sundsskarð og Kjartan Thomassen

Jákup Mørk desember 27, 2009 tann 10:21

Hey Vagnur

Ein seinkað – men ikki minni innilig føðingardagsheilsan.

Stórt tillukku, og vónandi heldur tín ótrúliga orka nógv ár afturat. Typur sum tær fær føroyskur ítróttur illa verið fyriuttan.

Alt tað besta

Jákup

Jóannes Dalsgarð desember 27, 2009 tann 11:39

Hey Vagnur!
Hjartaliga tillukku við sekstiáradegnum.
Sum tíðin tó rennur. Men táið tú ert sum fjøruti, so ger tað einki. Árræðinum bilar einki, tað hevur títt seinasta avrik víst, við at seta skjøtum á at byggja Neistahøllina. Hjartaliga tillukku við tí.

Heilsan
Jóannes Dalsgarð

Viðmerkingar til hendan post eru stongdir.

Fyrri postur:

Næsti postur: