Spælarar koma mangan í ta støðu, at hugurin er at ganga aðrar leiðir. Tú merkir teg kanska steðgaðan upp, trívist ikki, og tú tímir mest sum ikki at venja og spæla dystir. Tá er gott í eina tíð at ganga aðrar leiðir, síggja nýggj andlit og fáa nýggjan íblástur. Hetta gjørdi Sophus Dal Christiansen í 1990. Íslendingurin Axel Axelsson vandi tá neistamenn, og sambært dystarblað frá 1990 treivst Sophus væl í Neistanum. Hann spældi tó bara tað eina árið í felagnum. Seinni vandi hann eisini neistakvinnur. (Vagnur)
Úr myndasavninum – tá ið Sophus spældi í Neistanum
Fyrri postur: Frálíkt álopsspæl, ivasom verja og vánaligur tónleikur
Næsti postur: Gleðilig jól – vit síggjast í Hoyvíkshøllini 2. jóladag kl.18







Viðmerkingar til hendan post eru stongdir.