Leygardagin leitaði eg mær niðan í høllina á Nabb at hyggja at mansdystinum millum Neistan og H71. Hetta var fyrra hálvfinalan í steypakappingini. Komin inn í forhøllina, kom mær til hugs:” Ikki aftur í dag hesin einkisigandi brummandi tónleikurin, har tú merkir harða bassin í bringuni og ikki kanst tosa við fólk”. Spurdi nevndarlim, sum seldi atgongumerki, hvat endamálið var við hesum einkisigandi harða brumminum. “Hetta eru tey ungu”, var svarið.
Eins og uttanlands gera føroysk feløg nógv burtur úr heimadystum. Tey geva út dystarblað og spæla góðan tónleik. HB og B36 hava eisini frásøgufólk at siga, hvussu eisini gongur í hinum dystnum kring landið, hvør skýtur møguligu málini o.a.
Men í Neistanum hevur onkur misskilt okkurt. Tú skapar ikki gleði og hugna við afturvenda harða brumminum í høllini á Nabb. Felagið kundi tað sama sett eina stóra tóma tunnu við síðulinjuna, og hvørja ferð annað liðið skeyt eitt mál, so hamraði onkur unglingi á tómu tunnuna við stórari sleggju.
Tú ætlaði annars at fáa eitt prát við onkran til heimasíðuna, men hetta var vónleyst í harða brumminum í høllini. Mansdysturin byrjaði klokkan 16, og neistamenn spældi í fyrra hálvleiki óivað besta álopsspælið, eitt neistalið hevur sýnt í nógv ár. Skjótt og gott álopsspæl og nógv frálík skotin mál.
Mín stutta ummælið av løtuni í høllini á Nabb leygardagin er hetta: Frálíkt álopsspæl serliga í fyrra hálvleiki, álopsspæl tú ikki sær á hvørjum degi í Føroyum. Ivasamt verjuspæl, sum bæði verjuspælarar og málverjar mugu taka á sín kappa. Og at enda út av lagi vánaligur tónleikur, sum ikki dregur fólk í høllina. Mær dámar eisini væl rock tónleik, men ikki buldur og brak, ella rættari sagt beran larm. Eg var væl nøgdur við neistasigurin, men tað surraði framvegis í oyrunum, tá ið eg leita mær til húsa aftur. (Vagnur)





{ 9 viðmerkingar }
Vagnur, tú ert bara blivin ov gamal
Eg eri fullkomuliga samdur við Vagn. Tað er tíverri ikki bara í høllini á Nabb. Tað er alla staðni. Situr tú ein eftirmiddag á vertshúsið, og fær ein fýraftans bayara. BUM, BUM, BUM. Spyrt tú hví. Tað eru tey ungu. BUM, BUM, BUM. Nei, tað eru tey ungu sum hava ansvarið ein heilan dag í høllini. Tí tey sum hava ansvarið, eru ikki har. BUM, BUM, BUM. So skít verið við okkum gomlu. Bara tey ungu fáa BUM, BUM, BUM. Men tað hevur so bara tað við sær. Eg fari yvirhøvur ikki niðan í høllina. BUM, BUM, BUM!
Keðiligt at tú skuldi føla suð í oyrunum, tá tú vendi nøsini heim aftur – men sum spælari er tað fantastiskt at hava tónleik meðan man hitar upp og tá man hevur skorað ;o)
Vit á sunset hava ikki tað stóru fjøldina at heppa á okkum, og tá hjálpir tónleikurin heilt ótrúliga væl til.
Um tað er rættur tónleikur ella ikki…har eri eg so heldur ikki heilt samd við tykkum – tónleikurin er fínur
)
Eg vil bara siga, at tað er deiligt, at tónleikurin rungar í høllini
)
Nei, nei Vagnur – so púra ósamd!
Sjálvandi skal tað vera tónleikur og fjepparastemningur í høllini.
Tað skal fyrst og fremst vera stuttligt og livandi í høllini – ikki bara super seriøst og fakligt hondbóltsprát til hondbóltsnørdar!
ja, Eg eri so púra samd vid katrin og biritu!
Sambært viðmerkingunum á heimasíðuni, so halda fólk óivað, at Vagnur er ímóti tónleiki í høllini í sambandi við hondbóltsdystirnar. So er ikki. Eg eigi nógvar fløgur. Nógvar rock and roll sangir bæði nýggjar og gamlar, Toto, Electric Light Orchestra, Subertramp, andaligar fløgur og eisini kórsang og Jethro tull. Bara at nevna okkurt úr rúgvuni.
Tað mátti borið til at funnið góðan tónleik, sum ljóðar væl úr hátalarunum. Og ikki bara larm. Hví skal tað larma so illa, og hví skal bassurin doyva sjálvan sangin. Hetta skilji eg bara ikki. Haldi ikki, at hetta hevur nakað við aldurin at gera. Spæli eisini guitar í frítíðini, og á skránni eru eisini “modernaðir” sangir. Annars frálíkt, at fólk siga sína hugsan.
Bassurin er akkurát tad góda vid tónleikinum, tá man skal hita upp, jú meira bassur jú betri!
Oyraproppar.
Komi júst at hugsa um, at einaferð fekk eg gjørt mær góðar og dýrar oyraproppar. Hesar taki eg við og proppi í oyruni, tá ið eg næstu ferð tríni inn í høllina á Nabb at hyggja at neistaliðum. At hoyra einans brummandi bass úr hátalara er beinleiðis ómusikalskt í mínari verð. So harða brummandi bassin skulu tit varðveita fyri mær. Góðir oyraproppar er loysnin. Gleðilig jól øll somul.
Nei, nú meldið eg pass. Er musikkurin undan dystirnar fyri okkum ið sita og bíða, ella eitt uppvarmings program? Og skulu tit varma upp, so far út i anexhøllina, sum ikki er har. Tit biða um stuðul. OK. Men so skrúða niður.
Vit skulu øll verða her/har.
Viðmerkingar til hendan post eru stongdir.