Vesna fær lívslanga ítróttaeftirløn frá serbisku stjórnini

eftir Vagnur tann 20/12/2009

Vesna spældi 80 landsdystir fyri Serbia. (Mynd Vagnur)

Vesna spældi 80 landsdystir fyri Serbia. (Mynd Vagnur)

47 ára gamla Vesna Tomajek kom fyrstu ferð til Føroya í 1999, tá hon kom at spæla við Stjørnuni. Á vári í 2000 vann Stjørnan FM-heitið eftir 23 ára langan FM-turk.  Vesna spældi 80 landsdystir fyri Serbia, og krúnan á verkinum var silvurmerkið í Heimsmeistarakappingini í Korea í 1990. Sum takk fyri avrikið fær Vesna lívslanga ítróttaeftirløn frá serbisku stjórnini.

Vesna Tomajek er svigarmamma neistaspælaran Jugoslav Djumic, og Vesna og maðurin hava nú verið í Føroyum í nakrar mánaðir og vitja familjuna. Vesna kom á serbiska landsliðið fyrstu ferð í 1982, og í 1996 hevði hon spælt 80 landsdystir. Vesna spældi við Stjørnuni í 1999 og 2000, vandi ungdómslið hjá Tjaldri í 2001 og 2002, og í 2005 arbeiddi hon sum venjari í Kyndli.

Tá ið Serbia vann silvurheiðursmerkini í Korea í 1990, vistu spælararnir um ítróttaeftirlønina frá serbisku stjórnini. Vesna fær 6000 krónur í eftirløn, so leingi hon livir. 6000 krónur í Serbia er somikið nógvur peningur, at Vesna og maðurin liva gott lív, kunnu svara hvørjum sítt og eitt sindur aftrat í góðari íbúð. Í Korea í 1990 var Serbia bara eitt mál frá gullinum, sum Rusland vann. Vunnu Vesna og tær gull, ja, so fingu tær kanska 10000 krónur um mánaðin í eftirløn, sum er nógvur peningur í Serbia.

Við einum smíli sigur Vesna, at hon eigur tvey steyp, og tey fekk hon kappingarárið 1999/2000  í Føroyum sum besti spælari og besti venjari. (Vagnur)

Viðmerkingar til hendan post eru stongdir.

Fyrri postur:

Næsti postur: