Vit hava lagt stóran dent á at hava eina eyka høll í nýggju høllini. Vøllurin í “upphitingarhøllini” er umleið triðings hondbóltsvøllur við máli, 6-metur sirkli, 3-metur linju og fimm metrar harfrá. Møguleiki er at venja álopsspæl, skotvenjingar og aðra venjing. Tað vil siga, at venur ein bólkur í høvuðshøllini, kann annar bólkur venja í minni høllini. Eisini er møguleiki at venja styrkivenjingar í minni høllini. Vit eru ógvuliga spent, hvussu hetta fer at rigga í veruleikanum. Í høllini eru eisini fýra stór skiftirúm, tí er eingin trupulleiki, um fleiri bólkar venja í høllini í senn. Minna høllin er grøna økið til vinstru. (Vagnur)
Tveir bólkar kunnu venja samstundis í nýggju høllini
Fyrri postur: Merkja nú stóra vælvild til nýggju høllina við Landavegin
Næsti postur: Ótrúligt – Kyndil sent neistakvinnur úr steypakappingini







{ 1 viðmerking }
Hey Vagnur og Neistin, hetta sær sera spennandið út.
Kundi hugsað mær at vita um tað verður nakað vektrúm??? Hándbóltur í dag, setur jú sera stór krøv til kropsliga styrki.
Smikk
Viðmerkingar til hendan post eru stongdir.