Merkja nú stóra vælvild til nýggju høllina við Landavegin

eftir Vagnur tann 03/12/2009

Heðin og Jógvan vóru fegnir um, at høll nú eisini kom í vesturbýnum. (Mynd Jón)

Heðin og Jógvan vóru fegnir um, at høll nú eisini kemur í vesturbýnum. (Mynd Jón)

Tað eru óivað nógv fólk, sum spyrja, hví nýggja høllin verður bygd í vesturbýnum og ikki í Gundadali. Vit halda, at nú er vorðið so trongt í Gundadali, at pláss er ikki har fyri ítróttahøll, sum líkur altjóða krøv. Nýggja høllin skal eisini rekast fíggjarliga, og tá eru skúlar og stovnar har á leiðini við í rakstrinum. Nýggjur studentarskúli skal byggja í Marknagili, einaferð kemur vesturskúlin, barnagarðar eru nógvir í vesturbýnum, og skúlar eru á Argjum og á Frælsinum, sum kunnu brúka nýggju høllina. Nýggja høllin er ikki bara ætlað virksemi hjá Neistanum, men eisini øðrum virksemi har á leiðini. Hóast tógvið stríð á leiðini, so merkja vit nú veruliga vælvild á øllum mótum, sum vit vóna heldur fram, til høllin stendur liðug. Hetta merktu vit, tá ið fyrsti spakin varð grivið. (Vagnur)

{ 3 viðmerkingar }

Sigrun Mikkelsen desember 3, 2009 tann 10:28

Til lukku við bøkkinum var eg líka við at skriva :-) Eitt stórt TIL LUKKU við í gongd setanini av hallarbyggingini :-) spennandi.
Ein væl nøgdur granni.
Sigrun

Marni Mortensen desember 3, 2009 tann 15:24

Hjartaliga tillukku tit í Neistanum! Hetta eru super tíðindi fyri øll ítróttaráhugaði, ikki minst okkum innandura fótbóltsleikarum (hehe), men sannliga eisini hjá øllum í vesturbýnum, tí har hevur verið steindeytt alt ov leingi. Hetta fer at skapa meira lív í harúti, hart tiltrongt. Vónandi verður høllin liðug til tíðina og fíggjarætlanin heldur. Bestu eydnu við høllini!

Guðrun Patursson desember 3, 2009 tann 22:53

Hjartaliga tillukku.
VAGNUR!!!! tú eigur stórt rós uppiborið fyri títt ótroyttiliga arbeiði í felagnum.
Vit eru nógv sum fegnast saman við tær.
Alt tað besta.
Guðrun

Viðmerkingar til hendan post eru stongdir.

Previous post:

Next post: