Ætla neistamenn sunnudagin at broyta slaku hagtølini í Vestmanna.
Sunnudagin fara neistamenn og neistakvinnur til Vestmannar at spæla ímóti VÍF. Soltin úrslit seinastu trý árini hjá neistamonnum, tí teir hava ikki vunnið í Vestmanna síðani 29. oktobur 2006, tá neistaliðið vann 37-32. Tó skal sigast, at ein javnleikur er fingið hesi trý árini. VÍF liðið hevur reist seg eftir slaka byrjan, serliga vísti liðið ágrýtni, stríðsvilja og gott spæl ímóti StÍF í seinasta dystinum. Neistamenn spældu frálíkan dyst ímóti Kyndli, sum neistaliðið vann við fjúrtan málum. Neistakvinnur eiga at vinna dystin ímóti VÍF kvinnum, um vit hyggja at úrslitunum higartil. Men VÍF kvinnurnar eru ungar og mennast alla tíðina. Í fyrsta dystinum í Havn millum Neistan og VÍF vunnu neistakvinnur 35-24. (Vagnur)






{ 2 viðmerkingar }
stórt herðaklapp og takk til røsku viðhaldsfólk Neistans í Vestmanna sunnudagin – øll eggjan ger mun.
Takk fyri Karl Oddmar – slík orð fløva
Viðmerkingar til hendan post eru stongdir.