St.f.v: Guðrun Horn, leiðari, Dánjal Hoydal, Kári Horn, Tróndur Bogason, Mikkjal Thomassen, Teitur Lassen, Rolf Mouritsen og Bergitta í Ólavstovu, leiðari. Húkandi f.v: Johan Hansen, Kristian Mortensen, Ragnar Mouritsen, Jákup Sverri Kass, Uni Mortensen og Jan Erik Fjallstein.
Ikki fyrr enn tú sært gamlar neistamyndir, kanst tú ímynda tær, hvussu nógvir spælarar byrja at spæla í felagnum, men fara ungir úr felagnum og í ymisk heraðshorn. Hetta er sjálvandi eisini galdandi fyri onnur feløg enn Neistan. Neistadreingirnir avmyndaðir í Svøríki í 1990 vunnu FM-heitið í dreingjum 14 ár. Evnaríkir spælarar, sum mest sum allir høvdu kós ímóti besta liðnum hjá Neistanum. Men lívsleiðin er ymisk. Summir av dreingjunum fóru tíðliga uttanlands í lestrarørindum, aðrir valdu heldur fótbóltin, og aðrir góvust at spæla hondbólt. Veit bara um ein spælara, sum í løtuni spælir í hondbólt í Føroyum, hóast framvegis góðan hondbóltsaldur. (Vagnur)




{ 7 viðmerkingar }
Har eru nógvar stjørnur eisini innan hondbóltin
Hatta var ein super túrur!
Annars leika Tróndur og Ragnar við ÍF Føroyum í seriu 1 í Danmark í 2009, saman við fleiri øðrum góðum Neistafólki!
Ja, har eru ikki nógvir sum spæla hondbólt í dag. Eg og Tróndur spæla so vid ÍF Føroyum
Ja; spurningurin er hvør var tann betri málmaðurin – nr. 1 ella nr. 12.
Minnist at eitt lið úr Irak bukaði okkum av!
Veit bara, at hasin málverjin, sum er nr. 12, seinni fór út at spæla. So evnini at standa í mál hava nokk ikki verið tey heilt stóru
Tað var sera spell, at tit taptu dystirnar fyrst við einum máli og síðani við tveimun málum sera spell. Men góðan túr heim aftur til Føroyar. Heilsan ein neista fan.
Viðmerkingar til hendan post eru stongdir.