Elendigt

eftir neistin tann 08/11/2009

Trýst á myndina og hoyr Áka viðmerkja

Trýst á myndina og hoyr Áka viðmerkja

Atlantic Airways:
KÍF-Neistin 25-23 (10-12)
Viðmerkjarin í dag er Áki Mørk, sum eisini hevur valt yvirskriftina. Hoyr viðmerkingarnar hjá Áka við at trýsta myndina.

Dysturin
Talan var um ein javnan dyst frá fyrsta bríksli. Onkrar løturnar fekk Neistin tikið seg framum við nøkrum málum, og tú hevði lyndi til at hugsa, at nú fór munurin at økjast. Men orsakað av neistaleikarar brendu so nógv skot í 100% støðum  og at kollfirðingar vóru skjótir og dugnaligir í mótálopunum, hendi hetta ikki. Í seinna hálvleiki gjørdist munurin minni  og so líðandi gjørdist týðiligt, at óneyvleikin hjá neistamonnum fór at kosta. Samstundis fingu kollfirðingar løn fyri sítt stríðsfýsni og harvið eisini størri og størri sjálvsálit. Og tí megnaðu teir at berja seg til sigurs. Neistamenn hinvegin spældu við høvdinum undir ørminum og dugdu als ikki at útnytta potentialið, sum veruliga er á liðnum. Neistaliðið á vøllinum í dag og so tað, sum seinasta sunnudag leikti móti H71, hava einki við hvørt annað at gera. So her er nógv “forbetringspotentiali”, sum maðurin segði. Komið aftur dreingir!

Viðmerkingar til hendan post eru stongdir.

Fyrri postur:

Næsti postur: