Hví verða summir dystir ikki spældir eftir leikskránni?

eftir Vagnur tann 05/11/2009

Bara serliga umstøður kunnu flyta dyst í Sunsett og Atlantic Airways kappingini.

Bara serligar umstøður kunnu flyta dyst í Sunset og Atlantic Airways kappingini.

Í kappingarskránni stendur, at dystir kunnu bara flytast við loyvi frá kappingarstjóranum,  og dystir kunnu mest sum bara flytast í sambandi við andlát, jarðarferðir og ringt verður. Men vanliga mannagongdin er, at eru feløg samd um at flyta dyst, so setir kappingarstjórin seg ikki ímóti hesum, bara dysturin verður spældur í nærmastu framtíð. HSF vil heldur hjálpa enn at spenna bein. Vit hava spurt kappingarstjóran, hví summir dystir ikki eru spældir?

Í hesum greinastubba brúka vit 1. deild kvinnur sum dømi, har tríggir dystir ikki eru spældir. 17.10 Kyndil – Neistin b, 21.10 Neistin a – Stjørnan og 1.11. Sóljan- Neistin b. Vit spyrja kappingarstjóran Eiler Einarsson, hví hesir dystir ikki eru spældir.

– Tað er rætt, sum tú sigur, at feløg ikki hava loyvi at flyta dystir uttan loyvi frá kappingarstjóranum, men alt hetta er lættari sagt enn gjørt. Vit royna at vera lagalig ímóti feløgunum, har summi feløg hava torført at manna liðini. Bara tríggir spælarar eru sjúkir ella eru uttanlands í arbeiðsørindum, fær felagið ikki manna liðið. Í Atlantic Airways og Sunset kappingini verða allir dystirnir spældir, og har skulu serligar umstøður til, um dystir skal flytast. Men tað kemur tíverri fyri, at dystir í 1. deild og 2. deild hjá monnum og kvinnum mugu flytast. Støðan er, at nógv av liðunum eru mannað við eldri spælarum, og her velja vit heldur hjálpa enn spenna bein.

– Og feløg eru sum so ikki ímóti at flyta dyst, tí tey kunnu sjálv koma í støðuna at flyta dyst eisini í yngru deildum í sambandi við konfirmatiónir og omanfyri skrivaðar orsøkir, sigur kappingarstjórin at enda.

Vit skilja væl, at tað er torført at finna javnvágina, nær dystir kunnu flytast og ikki. Altíð er óheppið, at glopp kemur í stigatalvuna. Sjálvandi skal HSF fáa kappingina at glíða so smidliga sum tilber, men umráðandi er, at útsettu dystirnir verða spældir skjótast tilber. Her skal freist ásetast. Tú kanst spyrja, hví dystirnir í 1. deild hjá kvinnum, sum skuldu vera spældir miðskeiðis í oktobur mánað, ikki eru spældir enn? (Vagnur)

Viðmerkingar til hendan post eru stongdir.

Fyrri postur:

Næsti postur: