Andreas og Eyðun brúka nógva tíð í dómarayrkinum í Føroyum og uttanlands. (Mynd Vagnur)
Altjóða dómaraparið Andreas Hansen og Eyðun Samuelsen brúka nógva tíð í dómarayrkinum bæði í Føroyum og uttanlands. Teir fyrireika seg væl til hvønn dyst, møta tíðliga í høllini, hita upp og kanna um alt er klárt til fyrsta bríksl. Heimasíðan hevur hitt teir báðar dómararnar og sett teimum hvør sín spurning. Fyrst spyrja vit Andreas, um munur er at døma í Føroyum og døma altjóða dystirnar uttanlands.
– Fyrst vil eg siga, at spælararnir í Føroyum duga ikki verri hondbóltsreglurnar enn spælararnir uttanlands, men spælið gongur nógv skjótari í altjóða dystunum enn í heimligu kappingini. Munurin er, at spælararnir uttanlands leggja ikki so nógv í, hvat dømt verður, tí teir hava nóg mikið í spælinum. Spælið gongur so mikið skjótt, at teir hava ikki tíð at grenja, tí fer bólturin í málið, so verður hann givin upp á miðjuni beinanvegin. Eru atfinningar, koma tær heldur frá útskiftingsbeinkinum.
– Vit eru ógvuliga væl móttiknir alla staðni vit koma bæði í Føroyum og uttanlands. Vit fyrireika okkum væl til hvønn dyst. Møta ein tíma áðrenn dyst, vísa okkum áðrenn dystin millum spælarar og venjarar. Hetta er ógvuliga týdningarmikið, tí serliga venjararnir hava altíð okkurt at spyrju um. Hevur liðið tildømis tríggjar málverjar, hvønn lit kann triði málverjin spæla í o.s.f. Vit royna at vera partur av dystinum, ja, bæði áðrenn dystin, í dystinum sjálvandi og eftir dystin. Eg haldi, eg kann siga fyri okkum báðar, at vit hava ikki trupulleikar, sjálvt um viðurskiftini eru smá í Føroyum, og har øll kenna øll. Vit eru sum sagt væl móttiknir allastaðni.
Eyðun Samuelsen
Vit spyrja Eyðun Samuelsen, hvat fær hann og Andreas at brúka so nógva tíð at døma nógvar dystir í Føroyum og uttanlands, tí teir gerast ikki ríkir av hesum?
– Mær hevur altíð dámað væl at dømt hondbóltsdystir, og eg byrjaði sum heilt ungur at døma. Sjálvt um eg bara spældi hondbólt til og við unglingar og spældi fótbólt í bestu deildini, so brenni eg nógv meira fyri hondbóltsspælinum. Í løtuni íðki eg bara eina ítróttagrein, og tað er at døma. Andreas og eg venja ymsar venjingar fýra, fimm ferðir um vikuna saman og hvør sær. Vetrarhálvárið eri eg nógv burtur frá konuni og teimum trimum synunum. Eg gangi ógvuliga høgt upp í dømingina.
– Eg eri eins spentur at døma dystirnar, og skuldi eg spælt teir sjálvir. Munur er tó at døma uttanlands og heima, tí uttanlands eri eg og Andreas meira saman, og hava tí betri stundir at tosa um ymist í dømingini. Og so er munur at døma menn og kvinnur. Eg fylgi ógvuliga væl við hondbólti serliga í Danmark, Týsklandi og Spania. Sum sagt, so brenni eg fyri hondbóltsspælinum, og tað er áhugin fyri spælinum og dømingini, sum drívur verkið, sigur Eyðun at enda. (Vagnur)




Viðmerkingar til hendan post eru stongdir.