Neistin a gentur 14 ár: Aftast f.v: Sára, Eydna, Guðrið, Birita, Jórun Maria og Kristina. Fremst f.v: Bjørk, Ingibjørg, Armgarð, Kirstin, Katrin og Eir. (Mynd Birgir Sondum)
Um vikuskiftið spældu gentur 14 ár VÍF, EB, Kyndil, Neistin a og Neistin b fyrsta umfar í steypakappingini. Fyrst spældu Neistin b og Kyndil harðan og góðan dyst, har Neistin b vann 10-7. Neistin b tapti 16-11 ímóti Neistanum a. Síðani var avgerandi dystur millum Neistan a og Kyndil um fyrsta plássið, har Neistin vann 15-14. Dysturin millum hesi bæði liðini var harður, ja, ein mannfólkadystur verður sagt. Støðan av fyrsta umfarinum gjørdist, at Neistin a fekk 8 stig, Neistin b 6 stig, Kyndil 4 stig, VÍF 2 stig og EB einki stig. (Vagnur)





Viðmerkingar til hendan post eru stongdir.