
- Fríðin er formaður og eldsálin í Team Klaksvík. (Mynd John William)
Nýggja hondbóltsfelagið í Klaksvík “Team Klaksvík” varð stovnað í 2006, og formaðurin og eldsálin í felagnum eitur Fríðin Ziskason. Tá ið tú tosar við formannin merkir tú, at her er talan um mann, sum veruliga brennur fyri nýggja hondbóltsfelagnum í Klaksvík. Team Klaksvík hevur góðan byr bæði ítróttarliga og fíggjarliga, og vónin hjá felagnum er, at Team Klaksvík næsta ár telist millum tey seks liðini í Atlantic Airways kappingini. Heimasíðan hevur spurt formannin, hvussu klaksvíkingar hava tikið ímóti nýggja hondbóltsfelagnum, sum er hondbóltsfelag fyri dreingir og menn.
– Fyrst kann eg siga eitt sindur frá byrjanini til Team Klaksvík. Vit vóru nakrir, sum spældu 2. deildarhondbólt við Stjørnuni, men vit høvdu varhugan av, at Stjørnan ynskti ikki at hava manslið í felagnum. Í 2005 vildu vit melda 2. deildarlið til landskappingina, men Stjørnan ynskti ikki, at vit spældu fyri felagið, sjálvt um vit vildu taka okkum av øllum sjálvir. Vit ætlaðu tí sjálvir at melda liðið til landskappingina, men vóru ov seinir við tilmeldingini. Árið eftir í 2006 stovnaðu vit so Team Klaksvík, sum er hondbóltsfelag fyri dreingir og menn.
– Eg haldi, at tað hevur gingið væl, nú vit spæla á fjórða ári. Team Klaksvík hevur lið í øllum deildum. Dreingir 10 ár, dr 12ár, dr 14 ár, dr 17 ár, U21, 2. deild menn og 1. deild menn. Vit hava eitt ávíst samarbeiði við KÍ, so dreingir kunnu spæla hondbólt um veturin og fótbólt um summarið. Feløgini bæði royna at leggja venjingarstíðirnar soleiðis, at dreingirnir kunnu venja báðar ítróttagreinirnar. Vit gera uppsøkjandi arbeiði til tess at fáa nýggjar spælarar til deildina dreingir 10 ár. Tað stendur hampuliga væl til í dreingjum 12 ár, heilir 30 dreingir møta til venjingar í dreingjum 14 ár, og vit fegnast um, at í ár kunnu vit manna bæði dreingir 17 ár og U21 liðið, so felagið er í menning, sigur Fríðin.
Í fjør vandi formaðurin sjálvur mestsum øll liðini í felagnum, men nú er venjari til hvørja deild. Og so boðaði Team Klaksvík frá í vár, at Damir Oros skuldi venja besta mansliðið hjá felagnum. Vit spyrja formannin, hvørjar framtíðarætlanir felagið hevur?
Vóna at flyta upp
– Okkara vón er, at 1. deildarliðið eftir lokna kapping næsta vár flytir upp í Atlantic Airways kappingina. Tað er tó eingin ólukka fyri felagið, um hetta ikki hendur, ja, og um vit flyta upp og kanska árið eftir flyta niður aftur í 1. deild. Trupulleikarnir hjá Team Klaksvík eru teir somu sum í øðrum feløgum, at spælarar fara uttanlands í lestrarørindum. Hetta merkis kanska meira í okkara felagi, tí vit eru nýtt felag, og teir ungu spælararnir, sum vit sjálvir ala upp, eru ikki enn nóg gamlir til besta liðið.
– Kapping er sjálvandi um ungdómin í Klaksvík, men í Team Klaksvík eru spælarar, sum fyrr spældu fótbólt, men sum nú hava hondbóltin sum høvuðsítróttagrein.Vit settu Damir Oros sum venjara, tí vit sjálvir kundu ikki læra teir ungu meira. Felagið mátti fáa íblástur uttanífrá, ja, ein venjara, sum dugdi at læra frá sær. Í løtuni eru vit nøgd við gongdina í Team Klaksvík bæði fíggjarliga og ítróttarliga, og vit royna at samarbeiða, har vit kunnu. Vit venja og hava góðar umstøður í Badmintonhøllini, men vit spæla eisini nakrar av dystunum í KÍ høllini, sigur Fríðin at enda við heimasíðuna.
Team Klaksvík hevur higartil spælt fýra dystir í 1. deild, vunnið teir tríggjar og tapt ein dyst ímóti Neistanum. Vinnur Team Klaksvík deildina, flytir felagið beinleiðis upp í Atlantic Airways kappingina. Gerst felagið tildømis nummar tey, skal Team Klaksvík spæla tveir uppflytingardystir ímóti niðasta liði í Atlantic Airways kappingini.
Vit hava áður skrivað, at Team Klaksvík kann broyta slagsíðuni í Atlantic Airways kappingini. Tað er bara Team Klaksvík, sum kann flyta upp, tí hini liðini í 1. deild hava lið í bestu deildini. Nú Team Klaksvík bítur frá sær í 1. deild, fara liðini í bestu deildini at kappast um ikki at flyta niður, og tað stimbrar hondbóltin. (Vagnur)






{ 2 viðmerkingar }
Koyr á Team klaksvík tað er gott fyri føroyska hondbólt tað tit gera har noðri
Ómetaliga stimbrandi, at Fríðin og hansara fólk stríðast fyri manshondbóltinum í Klaksvík. Klaksvíkin er so mikið stór, at har eigur at vera tilfar til manshondbólt eisini. Somuleiðis áhugavert, at Team Klaksvík hevur samstarv við fótbóltin í býnum, tí allar kanningar vísa, at ítróttarligt fjølbroytni mennir einstaka barnið. Tey kunnu velja ítróttargrein, tá tey verða eldri. Team Klaksvík eigur rós fyri størsta frambrot í hondbólti seinnu árini. Vónandi eru aðrar eldsálir kring landið, sum kveikja lív í hondbóltin, har børnini ikki hava henda møguleika.
Viðmerkingar til hendan post eru stongdir.