Tey vóru ógvuliga fegin um ferðina í Føroyum. Preben Clausen er næstuttast høgrumegin.
Føroyska U21 liðið er boðið til Grønlands. (Mynd Vagnur)
Grønlendska hondbóltssambandið leggur stóra orku í at menna landsliðini í hondbólti, men av tí at ferðakostnaðurin er so stórur til Grønlands, fyrigongur landsliðsarbeiðið mest sum bara uttanlands, har landsdystirnir eisini verða spældir. Fleiri spælarar spæla á høgu støði í Danmark, tí fyriganga landsliðsvenjingarnar sum oftast í Danmark. Í Grønlandi er eingin landskapping. Einaferð um árið savnast feløgini í eina viku at spæla um grønlendsku meistaraheitini. Heimasíðan hitti danan, Preben Clausen, landsliðsvenjaran hjá grønlendska U21 landsliðnum, sum herfyri var í Føroyum.
– Av tí at Grønland er stórt og fjarleiðin stór millum hondbóltsbýirnar, er eingin landskapping í Grønlandi. Tað eru einar fimtan hallir frá Ummanaq og suður til Julianehåb. Eins og aðrastaðni byrja feløgini við minihondbólti og hava allar deildir, men trupulleikin er dystarvenjingin og so landskappingin, sum bara er einaferð um árið. Hondbóltur verður bara spældur á vestursíðuni av Grønlandi, sum er býtt upp trý hondbóltsumráði. Tá ið so feløgini hittast einaferð um árið og spæla um grønlendsku meistaraheitini, spæla tey nógvar dystir í eina viku.
– Í 2002 varð løgd ætlan, at Grønland bæði menn og kvinnur skuldu spæla seg til HM kappingina í Brasilia í 2011. Grønland er við í Pan Amerikansku kappingini at koma til HM kappingina, og har ætla vit at fáa eitt av HM plássunum. Á Føroyaferðini vóru bara ungar gentur, eitt sokallað U21 landslið, men tað eru einar seks aðrar eldri góðar kvinnur, sum spæla á høgu støði í Danmark. Grønland hevur U15, U18, U21 og A-landsliðini. Høvuðstrupulleikin hjá okkara U21 kvinnulandsliði er, at sjey av trettan spælarum búgva í Grønlandi, og seks spælarar búgva og spæla í Danmark.
– Eg vil fegin sleppa at siga, at júst slík ferð til Føroya er ómetaliga gott fyri okkara landslið. Vit eru ógvuliga væl nøgd við ferðina, og eg hevði ikki roknað við, at føroyskur kvinnuhondbóltur var so væl fyri, sigur venjarin Preben Clausen at enda.
Eftir seinasta dystin ímóti føroysku kvinnunum bjóðaði grønlendska leiðslan føroyska U21 landsliðnum til Grønlands. At koma til Grønlands má vera ein forvitnislig og góð gularót hjá okkara U21 kvinnum. (Vagnur)





Viðmerkingar til hendan post eru stongdir.