Venjarar Neistans: Aftast f.v: Birgir, Kári, Einar Martin, Jákup, Guðrun, Balli, Teitur, David, Áki og Claus. Húkandi f.v: Jens, Magnus, Súna, Mildið og Jógvan Martin. (Mynd Vagnur)
Leygardagin 5. septembur klokkan eitt møttust mestsum allir venjarar Neistans til fyrsta venjarafundin í nýggja kappingarárinum. Nógv var á skránni, millum annað varð tosað um hondbóltsskúla og um “bláa tráðin”. Hetta er mappa við hondbóltstilfari, sum Claus Rasmussen samskipari og venjari hevur snikkað saman. Tað er av stórum týdningi, at ungu spælararnir læra ávíst í ávísum aldri. Tildømis, hvat skal leggjast dent á hjá dreingjum 10 og gentum 10 ár o.s.f. Góður venjarafundur vóru fólk samd um. Venjarar Neistans hittast framyvir fyrsta sunnudag í hvørjum mánað til tess at taka samanum. Í seinni grein fer heimasíðan at tosa við Claus um “bláa tráðin” í felagnum. “Blái tráðurin” er, hvat Neistin vil við hondbólti felagsins. Á myndini vanta venjararnir í bestu deildunum, og ein ungdómsvenjari er á venjingarlegu á Eiði við kvinnunum. (Vagnur)





Viðmerkingar til hendan post eru stongdir.