Nakrar ljóðupptøkur
Neistin er nummar 1
Neistin er nr 1 nidurlag
Neistaringitoni
neistin_fm_2008
Neistasangur
Kom, kvøð eina vísuog Neistanum prísið
tað kunnu vit saktans og serliga nú,
vit hava gjørt kvetti,
tað ger ikki pettið,
um vit fáa vóning í kvøld, eg og tú.
Niðurlag:
Neistin er nummar eitt,
tað er avgjørt og greit,
ongin skal okkum fáa av pallinum tveitt,
bert vit halda saman
í leiki og gaman,
tá óttast vit ongan, tað er líka feitt.
Um sólin hon brennir,
og sveittin hann rennur,
tað ger ikki mun, meira dríva vit á,
vit lofta og kasta,
og so til tann næsta,
tað ræður jú um, at vit mál kunnu fá.
Um hondbólt tú íðkar
títt likam tað fríðkar
sum Venus hin gamla tú veður at
sjá feittbitar og ístur
tað alt útihýster
ein hondbóltsmoy altíð kann fríggjara fá.
Vit ferðast so víða,
sum stundirnarlíða,
til Harstad og Lorvík og mong onnur støð,
við hvørt kann tó henda
at vit aftur venda
við andsperru, koktari knæskel og gø.
Ei leggja í slíkt,
vit venjast við tílíkt,
tað herðir jú okkara likam og sál.
Tað, vit eru mentir
- vit dreingir og gentir-
at hevja upp Neistan, tað tað er okkar mál.
Tá vit verða gomul,
vit minnast øll somul
á hondbóltstíð farnu, um tað tykist sárt,
sum pápar og mammur
og tjukkar madammur
vit varðveita eldhugin, jú, tað er klárt.






Viðmerkingar til hendan post eru stongdir.