Steypini trívast ógvuliga væl saman

eftir Vagnur tann 24/03/2009

steypsaman

Nú eru steypini ikki longur saman. VÍF og H71 kappast um FM-steypið. Mynd Vagnur

Stóru steypini omanfyri hava nú í nakrar vikur staðið lið um lið. Steypið við hondtøkunum er FM-steypið, sum neistamenninir vunnu seinasta vár, og í februar mánað í ár varð handað teimum hitt steypið eftir steypafinaludystin ímóti Kyndli.Steypini rigga væl og hava funnið rætta stevið í vinarlagnum,  og eingin orsøk, at stóru steypini kanska skulu skiljast. Avgerðin liggur í hondunum á neistamonnunum, sum sjálvir kunnu gera av, um bæði steypini skulu standa lið um lið í minst eitt ár aftrat.

Sunnudagin spæla Neistin og H71 avgerandi dyst um, hvat lið skal spæla ímóti VÍF í finaluni um FM-heitið. H71 er tvey stig undan Neistanum, sum tó hevur ein umdyst at spæla ímóti VÌF. Hesi dysturin hevur mest sum einki at siga, tí Neistin má vinna dystin ímóti H71 til tess at koma í finaluna. Neistin hevur tann fyrimun, at liðið er betur enn H71 í innanhýsis dystin, tað vil siga, at enda liðini jøvn á stigatalvuni, so er Neistin í finaluni. Neistin hevur vunnið allar tríggjar dystirnar ímóti H71.

Torført at spáa um dystin sunnudagin, tí fleiri neistaspælarar eru skaddir. Serliga er týdningarmikið fyri liðið, at Tróndur og Áki kunnu spæla, tí báðir hava ongantíð verið betur enn í vetur. Tróndur er skaddur í økslini og Áki í rygginum. Vit krossa fingrar fyri teimum báðum. H71 liðið ríður í løtuni á einari sigursbylgju, og eingi ivi um, at hoyvíkingar nú tevja gullinum. Spennandi, hvussu hesin toppdystur spælir av. (Vagnur)

Viðmerkingar til hendan post eru stongdir.

Fyrri postur:

Næsti postur: