Tá ið fýra minuttir vóru eftir av dystinum, førdu vit við 4 málum. Og vit høvdu VB har vit vildu hava tær. Men so kom fjáltur á okkara leikarar, og vágsgenturnar otað seg nærri og nærri. Hetta var sum ein marra, alt gekk galið. Í byrjanini av seinasta minutti minkaði VB munin niður í eitt mál. Vit góvu bóltin upp, dríggjaðu tíðina og tóku so time-out og hildu okkum hava kontrol á støðuni. Men tá ið spælið fór í gongd aftur eftir time-outið gekk ikki long tið, fyrr enn vit mistu bóltin, VB fór í álop og tað endar við at tær javna. Okkara megnaðu at gera enn eitt álop, Nico leypur í gjøgnum, men fær ikki mál. Straffi hugsa fleiri, men dómararnir eru ikki samdir, teir floyta dystin av – og so er alt liðugt, bæði hjá VB og Neistanum, hvørki av liðunum kann brúka ein javnleik til nakað. Hetta kappingarárið er farið, tíð er at byrja at fyrireika seg til næsta ár… vit koma sterkt aftur!
Vit mistu á stokkinum í Vági
Previous post: Neistin eigur bestu málverjarnar
Next post: Steypini trívast ógvuliga væl saman




{ 3 viðmerkingar }
Tað er ein ótrúlig tóm kensla vit, (spælara,venjara og áskoðara) sita við nú. Vit vilja bara takka øllum teimum ið hava verið við okkum í alt ár, og takk fyri tann góða stuðul vit fingu í Vági í gjár, takk fyri øll somul.
Vinarliga
Allir hópurin hjá Neistakvinnunum
ps. Tit skulu fáa eitt ordans brak hóast alt, tann 04-04-09 kl 14.30, tá ið vit spæla ímóti Tjaldur síðsta dyst.
Ein super dystur í Vági, besti spældi dystur í kappingarárinum, erguligt at tit ikki komu í finaluna, heilt sikkurt at tann fríska luftin og tann góði friður úr sunnastu perlu hevur hjálpt til.
Vit koma sterkt aftur næsta kappingar ár, koyrið á ;;;;
maria
Hondina á hjartað, eg roknaði ikki við, at tað fór at eydnast neistakvinnunum at spæla seg í finaluna, sjálvt um liðið er ment nógv seinastu vikurnar. Lurtaði eftir dystinum í útvarpinum, og sambært útvarpsmanninum, so hevði Neistin munin í 56 minuttir. Ja, hann segði, at Neistin spældi ein rimmar dyst, men lorkaði leiðsluna burtur seinastu fýra minuttirnar.
Bæði tá ið Neistin var á odda fýra minuttir fyri leiklok, og tá ið liðið hevði bóltin 40 sekundir fyri leiklok, var eg vísir í, at Neistin vann dystin.
Seinastu fýra minuttirnir telja eins nógv og hinir 56 minuttirnir í einum hondbóltsdysti. Her má okkurt vera kiksað í avtalunum fyri dystin og í “time outinum”, tí neistakvinnurnar hava fyrr í vetur verið í somu støðu, tá ið liðið tríggjar minuttir fyri leiklok var á odda við trimum málum ímóti Stjørnuni í fyrra dystinum í Havn. Dysturin endaði við javnleiki.
Spell, at ikki eydnaðist kvinnunum at fáa enn ein finaludyst ímóti Tjaldrinum. Eisini spell, at liðið ikki alt kappingarárið hevur spælt eins væl og seinastu vikurnar. Á vetrinum hevur liðið ongantíð verið so gott sum júst nú, men nú endar kappingin. Nógvir mátar, hvussu tú tapir ein hondbóltsdyst. Serliga svárt svíður, tá ið tú tapir alt á stokkinum.
Viðmerkingar til hendan post eru stongdir.