
Gallakvøldið hjá dreingjum og gentum 17 var í gjár í studentaskúlanum í Hoydølum. Tað er annað aríð á rað at skipað verður fyri hesum tiltaki, og tað er aftur H71 sum skipar fyri.
Júst sum hjá teimum vaksnu er talan um eina veitslu í røttum gallastíli. øll eru í stívasta pussi, fáa góðan mat og hæddarpunktið á kvøldinum er, tá heiðrar verða givnir fyri ársins avrik.
Hjá gentunum blivu Stíf føroyameistarar, og tær fóru eisini heimaftur við 4 av seks heiðrum. Fríðrún Danielsen gjørdi gjørdi veruliga bart hetta kvøldið, og fekk steyp sum ársins álopsleikari, verjuleikari og ársins besti leikari. Steypavinnaranir úr Neistanum fingu tó eisini ein part av køkuni við at eiga ársins málverja hjá gentum 17 Silju í Liða.
Hjá dreingjunum er vert at leggja til merkis at Kyndil, sum vann bæði a og b deildina ikki fekk nakran heiður. Í staðin deildu Neistin, Víf og H71 steypini í millum sín, og fingu tvey í part. Hjá okkum var tað Mikkjal Hansen, ið fekk heiðurin sum ársins málmaður og ársins stjørnuskot. Hetta er neyvan nakað, ið gera fólk kløkk, tí Mikkjal hevur víst seg sum ein veruliga góður málmaður, og tað gongur nokk ikki long tíð áðrenn hann fer at kappast við Magnus, Ára og Bartal um pláss besta liðnum.
Annars sæst fullfíggja yvirlit frá gallakvødinum niðanfyri
Ársins stjørnuskot
Gentur: Birita Mortansdóttir, Kyndil
Dreingir: Mikkjal Hansen, Neistin
Ársins verjuspælari
Gentur: Fríðrún Danielsen, StÍF
Dreingir: Sjúrður Nielsen, VÍF
Ársins málverji
Gentur: Silja í Liða, Neistin
Dreingir: Mikkjal Hansen, Neistin
Ársins álopsspælari
Gentur: Fríðrún Danielsen, StÍF
Dreingir: Magnus Müller, VÍF
Ársins venjari
Gentur: Marian Cirloganescu, StÍF
Dreingir: Danny Syhler, H71
Ársins spælari
Gentur: Fríðrún Danielsen, StÍF
Dreingir: Rógvi Sørensen, H71






{ 1 viðmerking }
Tillukku
Mikkjal og Silja, drívi á.
Viðmerkingar til hendan post eru stongdir.