Her byggja vit nýggju Neistahøllina. Mynd Vagnur
Hondbóltsfelagið Neistin og Stuðlafelagið Neistin hava í nøkur ár arbeitt við at betra um hallarviðurskiftini hjá felagnum. Einaferð høvdu Kyndil og Neistin bestu venjingarumstøðurnar, men nú hava feløgini ringastu umstøðurnar í landinum. Feløgini hava rætt og slætt ov fáar venjingartímar til øll liðini.
Í 2006 samtykti einmælt býráð í Havn, at Neistin kann byggja høll á matr. nr. 917 við Landavegin, stutt heiman fyri SEV-bygningin. Men ikki fyrr enn fyri jól í fjør eydnaðist Neistanum at fáa endaligan leigusáttmála um grundøkið.
Nøkur ár eru liðin, síðani Neistin útvegaði tekningar, men henda høllin gjørdist alt ov kostnaðarmikil, tí vóru eyguni vend ímóti høll í Lemvig í Danmark. Við ymsum broytingin hevur Høgni Lauritsen snikkað til eina altjóða hondbóltshøll, sum verður størsta og besta høllin í Føroyum. Høllin skal bara nýtast til ítróttalig endamál.
7,5 milliónir krónur er fingnar í stuðli frá Tórshavnar kommunu, og við peninginum, sum Stuðlafelagið Neistin eigur, kunnu vit fara undir fyrsta byggistig, sum er at inniloka høllina. Høllin kostar 24 milliónir at byggja.
Neistin hevur eisini søkt Mentamálaráðið um stuðul, og tá ið Badmintonfelagið í Klaksvík fekk stuðul til sína høll, so vænta vit eisini at fáa stuðul til okkara høll, og serliga nú studentaskúli skal byggjast í Marknagili. Mánadagin 16. mars senda vit Tórshavnar kommunu allar tekningar og biðja um endaligt byggiloyvi. Gongur eftir ætlan, so gera vit økið við Landavegin byggiklárt í summar.
Vagnur Michelsen






Viðmerkingar til hendan post eru stongdir.