Neistamenninir hálaðu sigurin heim

eftir DH tann 09/03/2009

0f3623fde5032faa9f72ff9f53e7a948Grannauppgerð millum Neistan og Kyndil var í dag í Høllini á Hálsi.

Síðani steypafinaluna fyri góðum mánaði síðani, sum var millum júst hesu somu lið, høvdu kyndlamenn mist fleiri stuðulsleikarar. Gaman í hevði Kyndil steypafinaluna at hevna, men tá Kyndil annars einki hevði at spæla fyri, var tað á pappírinum talan um ein avgreiðsluspurning, tá teir bláu tóku í móti teimum grønu í dag.

 

Dysturin í dag myndaði seg, sum man kundi væta. Kyndil royndi av øllum alvi at draga tempoið úr dystinum, meðan Neistin spakuliga bygdi sær eina leiðslu og tá liðini fóru til hálvleik, var støðan 15-11 til teir bláu. Í seinna hálvleiki legði Neistin bragdliga fyri og økti skjótt leiðsluna upp í 7 mál. Men miðskeiðis í seinna hálvleiki steðgaði upp eina løtu. Einki gekk hjá okkum, og strikuspælið hjá Kyndlamonnum, sum var einasta veruliga hóttan nteirra, eydnaðist. Verjustríðsmaðurin hjá okkum Karl oddmar fekk hetta sama tíðarskeiðið tvær útvísingar, og eftir lítlari løtu høvdu Kyndilsmenn minka munin niður í 3  mál. Men maður kemur í mans stað, tá tað ikki gongur eftir vild. Tróndur og Birgir blivu avloystir av Finni og Inga, so koyrdi Neistamaskinan aftur sum vant, so at dysturin endaði við 29-22 sigri til Neistan.

Næstu tvey vikuskiftini liggur kappingin still, tí Landsliði skal spæla. Men sunnudagin 29. mars verður eftir øllum at døma dysturin, sum avgerð um Neistin ella H71 kemur í finaluna, tá Hoyvíkingar taka ímóti Neistanum. So set kross í Kalendarin, tí sunnudagin 29. mars fer hvør gonguførur Neistamaður niðan í Hoyvíkshøllina at rópa á Neistan.

Viðmerkingar til hendan post eru stongdir.

Fyrri postur:

Næsti postur: