Neistakvinnurnar kunnu náa finaluplássinum

eftir Vagnur tann 09/03/2009

179d54adbe070d6c68e8632fb9f154fa1

Rættiligur spenningur er um seinna finaluplássið í Sunset kappingini. Stjørnan er annað liðið í finaluni, meðan Tjaldur, VB og Neistin við ávikavist 25, 24 og 23 stigum kunnu øll koma í finaluna. Tann 22. mars fáa vit óivað svarið, hvat av teimum trimum liðunum skal spæla ímóti Stjørnuni, men kanska skulu vit bíða til seinasta leikumfar tann 4. apríl.

Tann 22. mars skal Neistin til Vágs at spæla ímóti VB, og Tjaldur tekur ímóti Stjørnuni. Neistin er tí støðu, at vinnur liðið báðar dystirnar, so eru okkara kvinnur í finaluni, tí tá hevur Neistin vunnið tríggjar dystir ímóti Tjaldrinum, og eru tí best í innanhýsis dystum. Tapir Neistin í Vági, og Tjaldur tapur ímóti Stjørnuni, so skal VB bara vinna ímóti StÍF í seinasta dystinum. Men vinnur Tjaldur ímóti Stjørnuni, og VB vinnur ímóti Neistanum, so skal Tjaldur vinna seinasta dystin ímóti Neistanum í Havn. So her eru fleiri møguleikar. Vit bíða øll í spenningi.

 

Neistin – Kyndil kvinnur

Sunnudagin spældu neistakvinnurnar ímóti Kyndli, okkara kvinnur vunnu 31-20. Um dystin er stutt at siga, at alt ov stórur munur er á liðunum, at vit kunnu síggja ein góðan og spennandi dyst. Neistaliðið spældi við so mikið nógvari ferð, at liðið misti 30 skótálop, sum antin vóru brent ella spælarar misti bóltin til mótpartin.

Tá ið dysturin mest sum var avgjørdur tíðliga í dystinum, so átti liðið at sett ferðina niður og heldur vant seg við at spæla skipað álopsspæl. Finna ymsar loysnir, sum eru neyðugar, tá liðið spælir ímóti VB, Tjaldrinum ella Stjørnuni. Tí ímóti hesum liðum hava okkara kvinnur trupulleikar at skjóta nóg mikið av málum.

Tá ið hetta er sagt, so ivast vit ikki í, at neistakvinnurnar kunnu gera ein vørr, fyrst í Vági tann 22. mars og so ímóti Tjaldrinum tann 4. apríl. Ikki er neyðugt at stúra at spæla í Vági, tí okkara kvinnur kenna treytirnar. “Vinn ella forsvinn”.

Vit halda, at okkara kvinnur nú fara at taka ábyrgd og koma í finaluna.

 

Vagnur Michelsen

 

 

 

{ 3 viðmerkingar }

Eirikur Magnussen mars 9, 2009 tann 17:08

Nú mugu øll Neistafólk seta x í kalendarin tá okkara kvinnur fara til suðuroyrar
at spæla dyst móti VB, Nú mugu vit stula teimum alt vit kunna.

guðrun horn mars 9, 2009 tann 20:34

Sunnudagin spældi I.deild kvinnur móti Víf. ùrsliti bleiv 26-28.
Víf skal komandi kappingarár spæla í Sunset. Liðið hjá okkum spældi ein góðan dyst. 1.deild er har leikarnir skullu mennast og hava tað stuttlig. À liðnum í gjár vóru 5 leikarir frá g.17 (Silja- Jenny-Stina- Bára H.-Bára D) og restin (Barbara-Bára S.-Joan-Rúna-Guðrun) eru allar undir 20 ár. So tit í lesa hettar leggji tykkum hesi nøvn í geyma- tað verður ikki so leingi er hettar ein partur av Sunset-liðið okkara.
Næsti dystur hjá 1.deild er í Vági . Vit spæla áðrenn Sunset Vb- Neistin
tað gleða vit okkum til.

guðrun horn mars 9, 2009 tann 21:54

Orsaka Kristina Thomasen – tít navn var ikki við (1.deild)

Viðmerkingar til hendan post eru stongdir.

Previous post:

Next post: