Tað gekk ikki eftir vild hjá okkum sunnudagin í Klaksvík. Tað sýnist, sum at leikarar okkara veruliga hava eitt syndrom, tá ið tær leika í Klaksvík. Hóást rímiliga byrjan, so var tað sum um, at dysturin so at siga var avgjørdur longu, tá ið hann var eitt korter gamal. Tá mistu okkara tann geistin, sum skal til fyri at vinna ein dyst. Ein geistur, sum tær í seinastuni hava hildið seg til. Men í Klaksvík hvarv hann so, og so var úrslitið givið. Tapið merkir, at møguleikarnir at koma í finaluna eru meiri at kalla teoretiskir, har skal tað passa seg væl, um tað skal bera til hjá okkum. Spell tí at gongdin hevur verið góð í seinastuni. Men so leingi møguleikin er har, so er hann har og kanska…
Myrkur Neistasunnudagur í Klaksvík
Fyrri postur: Spennandi sunnudagur hjá Neistanum
Næsti postur: Myrkabláur Neistadagur í Vestmanna




{ 1 viðmerking }
Stjørnan – Neistin l. deild kvinnnur
Neistakvinnurnar kunnu ikki sjálvar náa finaluplássinum, liðið má fáa hjálp frá øðrum liði. Óivað verða tað VB og Stjørnan, sum fara at kappast um FM-heitið.
Neistaliðið hevur í vetur ikki verið nóg gott serliga á útivølli. Liðið hevur spælt nakrar góðar dystir í Havn ímóti toppliðunum Tjaldrinum, Stjørnuni og VB, men hetta er ikki nógmikið. Tær spældi javnt ímóti Tjaldrinum og Stjørnuni og vunnu ímóti VB, men skulu lið í finaluna, so mugu útidystir eisini vinnast ímóti toppliðunum.
Veikleikin hjá neistakvinnum er, at liðið ikki hevur langskjúttar, sum hvønn dyst skjóta átta mál ella fleiri í hvørjum dysti. Tað hava Stjørnan, Tjaldur og VB.
Skulu neistakvinnur heilt frammi í oddan aftur, so má liðið styrkjast í bakketuni.
Viðmerkingar til hendan post eru stongdir.