Annika Ljósstein er úr hondbóltsfamilju í Klaksvík. Mamman og pápin spældu 1. deildarhondbólt við Stjørnuni, systurin spælir á besta liðnum hjá Stjørnuni, og Annika traðkaði sínar barnaskógvar í Stjørnuni. Annika vann FM-heitið við Stjørnuni í 2000, steypakappingina og FM-heitið í 2001 og 2002. Umframt at spæla við Stjørnuni hevur hon spælt við Kyndli og liðum uttanlands.
Maður Anniku, Svein Rógvi, venur neistakvinnurnar, og vit spyrja Anniku, um trupulleikar kunnu standast av hesum?
– Sjálvandi er ikki nemt, tá maðurin venur liðið, eg spæli við, men við árunum duga vit betur at góðtaka, at á vøllinum er hann venjari og eg spælari. Gongur væl hjá liðnum, so er alt lættari, men trupulleikar kunnu uppstanda, tá ið illa gongur hjá liðnum.
– Siga vit, at helvtin av spælarunum eru ósamdir við venjaran um eitthvørt við spælinum ella á liðnum, so skal eg eisini taka støðu sum spælari. Eg eri von at siga mína erligu meining og kann eisini vera ósamd við venjaran.
– Trupulleikin hjá okkum er, at vit bæði eru knýtt at neistaliðnum, og hava vit tapt, so kanst tú ikki so væl avreagera ella fáa stuðul heima, tí maðurin hevur eisini tapt. Tað kann koma fyri, at Svein Rógvi hevur givið mær órættvísa ábreiðslu ella skolu á vøllinum, sum eg má fáa luft fyri, tá ið vit koma heim. Men sum omanfyri sagt, so duga vit nú nógv betur at takla støðuna, at hann er venjari og eg spælari á sama liði, sigur Annika.
Ikki er ov nógv sagt, at vit á síðulinjuni eftir nýggjár høvdu uppgivið at síggja neistakvinnurnar í finaluni og serliga eftir stórtapið í Vági. Men knappliga ríða okkara kvinnur á eini sigursbylgju: vunnu á VB í Havn og á Tjaldri í Runavík. Nú kunnu tær sjálvar gera av, um tær koma í finaluna at spæla um FM-heitið. Til hetta sigur Annika:
– Hugburðurin er broyttur á liðnum. Spælarar eru komnir úr ymsum feløgum, og eg haldi, at nógvar av okkum spældu ikki í fyrru helvt við nóg bláum hjarta, hugsaðu alt ov nógv um avrikið hjá okkum sjálvum. Svein Rógvi og Harald hava lagt nógva orku í at fáa okkum at stríðast sum eitt lið. Nú heysta vit fruktirnar.
– Nú stendur og fellur alt við, at vit vinna, og so er líka mikið, hvør skjýtur málini. Vit hava lært at brúka kappingina um plássini sum nakað positivt, og at tað kemur liðnum til góðar. Vit duga betur at biðja um hjálp á vøllinum, ella rættari sagt, vit stríðast nú nógv betur sum eitt lið, enn vit gjørdu fyri nýggjár.
– Vit vunnu á VB í Havn og Tjaldri í Runavík, so nú standa vit við finalumøguleikanum, men enn eru nógvir týdningarmiklir dystir at spæla. Og vit ætla sjálvandi at leggja alla orku í at náa málinum, sigur Annika at enda.
Fimm umfør eru eftir at spæla. Umframt dystin í dag ímóti StÍF, so skulu neistakvinnurnar bæði til Vágs, til Klaksvíkar og spæla ímóti Tjaldri og Kyndli í Havn. Spennandi at fylgja neistakvinnunum næstu vikurnar.
Vagnur Michelsen






Viðmerkingar til hendan post eru stongdir.