Undirritaði hevur í fleiri dystarbløðum skrivað um slagsíðuna í føroyskari døming. Havi ikki viðgjørt sjálva dømingina, men víst á, at fleiri feløg í Sunset og Atlantic Airways kappingini slett ikki eru umboðað í dómarafelagnum. Trý dómarapør eru úr Kyndli, eitt úr Team Klaksvík og eitt samansett úr Neistanum og Tjaldri. Dómarar úr feløgunum KÍF, VÍF, StÍF og H71 døma tildømis ongar dystir í Atlantic Airways kappingin. Henda støðan kann ikki halda fram, og leiðslan í HSF má nú veruliga fara til verka, annars endar føroyskur hondbóltur úti á eggini. Fólk eru ónøgd kring landið.
Mín áskoðan er, at núverandi dómarapørini kunnu loysa dómaratrupulleikan við at siga, at næsta kappingarár døma vit ikki okkara egna felag, eisini tá ið talan er um altjóða dómararnar. Hendir hetta, so verða eingir dystir í bestu deildunum, uttan onnur dómarapør koma undan kavi. Kyndil og Neistin hava fyrr havt altjóða dómarar, og hesir dømdu ikki egna felag. Teir vóru Kristian Johansen og Hjalmar Petersen úr Neistanum og Torbjørn Mikkelsen, sáli, úr Kyndli. Kyndilsdómararnir Hendrik Rubeksen og Heðin Mikkelsen dømdu í nógv ár, men dømdi mest sum ongantíð Kyndil. Landskappingin kann ikki halda fram við so fáum dómarapørum. Kravið má og skal vera, at uttanveltaðir dómarar døma dystirnar í bestu deildunum. Avgerandi er, at spælarar síggja fleiri andlit í dómarabúna, tí spælararnir gerast troyttir at síggja somu dómarar viku um viku.
Hondbóltssambandið skal fara til verka beinanvegin, tí tá ið landskappingin er av, fer hvør til sítt. Bíða vit til eftir ólavsøku, so er ov seint at broyta nakað. Vit mugu og skulu síggja nýggj dómaraandlit, tá ið landskappingin byrjar aftur í heyst. HSF má og skal seta feløgum krøv. Okkara altjóða dómarar kunnu saman við HSF standa fyri átakinum.
Vagnur Michelsen





Viðmerkingar til hendan post eru stongdir.