Nú sunnudagin er aftur fult umfar í Sunset og Atlantic Airways deildini.
kl.14.30 taka kvinnurnar hjá okkum móti St.Í.F. í Høllini á hálsi.
Við tveimum sigrum á rað móti kappingarneytunum úr VB og Tjaldrinum, hava neistakvinnurnar veruliga meldað seg inn í stíðið um plássini í FM-finalunum.
St.Í.F. hevur har aftur í móti einki a spæla fyri. Tær liggja í einum ongamannalandi við 6 stigum, og tá vit hava í huga at Neistin hevur vunnið allar dystirnar móti St.Í.F. í ár, skuldi á pappírinum verið talan um ein avgreiðsluspurning.
Men ikki altíð gongur sum prestur prædikar, og tí er ógvuliga umráðandi, at okkara kvinnur eru klárar til uppgávuna sunnudagin. Gott nokk hava strandakvinnur einki at spæla fyri, men vit sóu í seinasta dystinum, sum vit spældu á Skála, at strandakvinnur eisini kunnu arga, um vit ikki halda konsentratiónina í allar 60 minuttirnar.
Men saman um tikið, má sigast, at hetta er ein dystur ið skal vinnast. Tí eingin grund er missa óneyðug stig í kapprenningini við VB og Tjaldur um tað eina finaluplássi.
Mennirnir hjá okkum fáa somuleiðis vitjan av Strondum, tá bestu mansliðini hjá Neistanum og St.Í.F. bresta saman sunnudagin kl. 16 í Høllini á Hálsi.
Tað sær út sum okkara menn hava vent keðiligu gongdini, sum teir byjaðu árið við. Í seinastuni hava vit vunnið á VÍF, H71 og KÍF í landskappingi, og ikki at gloyma eru vit eisini júst vorðnir steypavinnarar. Men tað skal meira til at metta svongu Neistamennirnar, sum nú hava sett stevnið eftir greipuni.
Seinasta sunnudag taptu St.Í.F. tepurt móti H71, og hava harvið bert teoretiskan møguleika í finalustíðnum. Tað er tí ivasamt, hvussu uppsettir strandingar vera til dystin Sunnudagin. Men sjálvandi fara standingar inn fyri at vinna. Í seinastuni hava fleiri broytingar verið á St.Í.F. liðnum. Venjaraparið við Claus og Kára er skift út við gomlu hetjuna Costin Dumitresco og stóra rumenska skjúttan Critstian Preda. Enn hava vit ikki roynt okkum móti hesum broytta St.Í.F. liðnum, og tá vit hava í huga at vit ár hava tapt báar útidystinar móti St.Í.F., skulu ansa væl eftir at eftir, at vit ikki ikki enn einaferð fáa oyrini í St.Í.F. maskinuna.
Dysturin Sunnudagin skal vinnast, so Neistin kann halda góðu gongdini og halda Halda H71 aftanfyri, sum enn andar okkum í nakkan bert tvey stig aftanfyri. Neistin liggur við 20 stigum í nr. 2 í Kappingini, so nú ræður um at halda høvdið kalt og taka eindyst í senn. So skal tað nokk ganga
So enn einaferð… Næsta takið, ið skal takast, skal takast nú sSunnudagin. Tí fara vit at heita á neistafólk, um at møta manssterk í Høllini á Hálsi at stuðla okkara kvinnum og monnum.




Viðmerkingar til hendan post eru stongdir.